søndag den 25. oktober 2015

Christmas Child


Hvørt ár verða 7-8 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í  130 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri  evropeiskum londum, íroknað Føroyar, savna eskjurnar.   Øll, einstaklingar sum felagsskapir, kunnu lata inn skógvaeskjur. Í ár fara eskjurnar til Rumenia.

Børnini fáa eskjurnar um jólini. Har møguleiki er fyri tí,  verður bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Hesin bóklingur sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól – at Gud gav ta bestu gávuna, son sín Jesus Kristus.

Sum so nógva aðra staðni í samkomum og kirkjum runt umkring  í Føroyum, fara vit eisini í samkomuni Kedron at samla inn "Christmas Child gávueskjur" á familjumøtinum íkvøld.


Íkvøld er nemliga familju møti kl 17. - Umframt at vit samla inn eskjur til Christmas Child, kemur Høgni Johannesen úr Havn, at tosa um 'týdningin av røttum fokus'. Hann tosaði eisini seinasta sunnudag og var tað so sera gott og álvarsamt. Tað ber til at hoyra taluna her ..aftaná verður náttverði at fáa.



Vit hava gjørt 2 eskjur til gentu og drong 10-14 ár.
Tey siga, at tað koma færri eskjur inn til hendan aldursbólk í mun til hini, - tí velja vit altíð henda bólk.

...nakað av tí vit hava koyrt í ...

Gev eins og givið var tær! 

Her kunnu tit síggja og hoyra: Nýggji Christmas Child sangurin




Ingen kommentarer:

Send en kommentar