søndag den 27. december 2015

Desembur-, jólastákan og jólahugni.



So er desembur mánaði við at halla og jólini eru líka farin afturum bak,

Elski jólamánaðan. Tað blívur so tíðliga myrkt,  og er hetta ein uppløgd tíð til livandi ljós, hugna og nærveru saman við sínum kæru.
-Sum so nógv onnur so hava vit stákast við at bakað, kóka kleynir, gjørt konfekt, jóladekoratiónir; -og hildi føðingardag fyri Tóru sum nú er vorin tannáringur, 13 ár.


Jólini er ein høgtíð har vit feira at frelsari var okkum givin, - Jesus Kristus.
- Tykkum er í dag frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.  lesa vit í luk. 2,11

Gud valdi at gerast menniskja. - Hann var føddur inní hendan heimin við einum endamáli, fyri síðan at doyggja  á Golgata og triða dagin rísa uppaftur, har hann reinsaði burtur alla heimsins synd. - Hann gjørdist ljós heimsins. - Her hoyra vit vakra sangin  "Kveik eitt lítið ljós", sum Tóra við Keldu syngur so vakurt.


Nakrar hugleiðandi myndir úr jólamánanum.

Jóladekratióninar hjá Tóru

møðgunar verið túr..


..og leita eftir tilfeingi í náttúruni..

..sum skuldi brúkast til dekratióninar.. -fyrst turkast í 2 dagar

ber í okkara hava..

Tóra, altíð so hugagóð til tær skapandi løturnar :)

her verða smákøkur tilevnaðar..

hjartakøkur,,

so er tað kleynirnar..

nógvar hugagóðar hendur..

marchipankonfekt... smakkaði meega gott..

...eisini hesar

..og ikki tala um kleyninar.. super góðar

jólagávurnar undir træðnum, -onkrar vóru sera dekrativt innpakkaðar..

..og so var tað so spennandi at vita.. -  "hvørjar eigi eg" ;)

Henda myndin er tikin jólaaftan 2015...
Míni deiligu og festligu børn :)
Maðurin var ikki heima hesi jólini, so hann manglar á myndini..









tirsdag den 1. december 2015

Pakkakalendarin

So er pakkakalendarin hjá Tóru komin upp at hanga.



Vit hava altíð havt pakkakalendara til børnini hjá okkum á jólum. So tá okkara fitti eftirnølari 'Tóra' kom til verðina, fekk eg hug at gera ein nýggjan pakkakalendara. Hann er nú er 13 ár, javngamal við Tóru. Uppskriftina fann eg í einum blaði.

Mær dámar so væl at hava reyð ting standandi frammi í jólamánanum, haldi tað er so meega jólaligt, so hetta var akkurat tann rætti kalendarin at gera. Haldi hann er so fittir við reyðu hjørtunum. ❤️❤️❤️
Pakkanir hava havt ymiskar litir gjøgnum árini so sum: reyðir , grønir, brúnir og sprøklutir. Haldi tó, at teir reyðu eru teir mest jólaligu 😍

Til pakkakalendarin skal man brúka:
1.50m reytt/hvítt ternut tøj
0.50m reytt tøj til hjørtur
1.00m vatt/fylt, brúkast til hjørtur og kalendaran
24 reyðar knappar til at seyma hjørtuni fast í kalendarin
2 stk rundir træstokkar
4 stk trækúlir til at seta á hvørjumeðin træstokkanir
Reyðan bummullstrá til at seyma ein rektangel, har hjørtuni skulu plaserast inní.

Støddina á kalendaranum og hjørtuni, kann man velja sjálvur, mín er 58x68cm, tá hann er liðugt seymaður.