lørdag den 20. januar 2018

Januar mánið



Vit nærkast endanum á ársins fyrsta mánaða. Og kunnu vit ikki siga annað enn, at veðrið hevur verið svingandi í januar. 

Seinastu dagarnir  hevur veðrið verið so einastandi gott við kulda og kava. Sólin hevur heilsa uppá okkum, og ber boð um, at vit ganga móti ljósari tíðum, nú hon er komin hægri upp á himmalhválvi. 

Tað er eitt satt privilegium at búgva so tætt við stórsta Vatn í Føroyum, og fóru vit báðar møðgurnar  túr í kalda dýrdarveðrinum ídag.
Og nógvar eru myndirnar at síggja á fb og aðra staðni, sum fólk taka ein slíkan dag sum í dag.


Eg sigi sum maður mín sigur so væl, í eini av sínum yrkingum, og lata myndirnar tala fyri seg. 😊

💚

Eg takki tær faðir, mítt eyga kann sjá
so vit mítt kann skilja, tað kemur tær frá.
Øll náttúran vitnar, hvør stórur tú ert
av tindi í fjørðu, ja hvar tú so fert.
Alt andar av lívið og syngur sín song
ber boð um sin skapara, Harra og kong.

💚























søndag den 7. januar 2018

Hugleiðingar í hesum verkfallsraktu tíðum






Tekning til mín frá einum barni. 😊


Siti á facetime og tosi við mannin, sum er úti á havinum. Takksom fyri henda møguleika, tá man er so langt vekk frá hvørjum øðrum. - Munur á fyrr og nú, minnist á tíðina tá ongar fartelefonir vóru og vit máttu tosa ígjøgnum Tórshavn Radio. 

Maaaaaa... -hvar fór tíðin?  - tíðin fór, syngur bólkurin TOS í einum av sínum sangum, og tað kunnu vit bara ásanna.

💛

Klokkan er 15.30. - Eg haldi eg fari ein túr áðrenn tað blívur myrkt, sigi eg við mannin og vit siga bei... samstundis sum eg leggi merki til at dagurin er longdur við umleið 30 min, -vælsignað!

Lati meg væl í og so avstað. Andi frísku luftina niður í lunguni, í tí eg trakki útum dyrnar. 


Tað er sera hált ymsa staðni á gongubreytum, so eg mátti ansa mær og ganga mitt á vegnum onkra staðni.


Ætlaði mær at ganga gjøgnum vøkru Viðarlundina, men har var so glerstoytt, at tað var ikki ráðiligt. Tað má verða onkran annan dag hugsi eg.


Meðan eg gangi framvið, fari eg at hugsa um mongu løturnar eg og børnini í barnagarðinum hava  notið her í øllum veðrið, -summar, sum vetur. - Síggi fittu andits- og eygnabráini fyri mær, hoyri røddirnar, láturin, og ikki at gloyma allir spurninganir sum koma á vegnum.  

Blívi  eitt sindur kedd eina løtu. - Og so fara tankarnir avstað við mær..... hvussu ber tað til, at okkara arbeiði, sum "Námsfrøðingar" ikki verður líka nógv virt av landsins leiðarum, sum fleiri av øllum hinum fakbólkunum í landinum blíva. - Skilji hetta ikki?

Minnist strævnu lestrartíðina og løturnar har eg mangan hevði hug at geva upp. 
Hví fór eg at lesa námsfrøði? - Og so runnu tankarnir aftur fram fyri meg.

💛

Fyri mongum árum síðani, var eg á einum búplássi fyri ung við serligum tørvi í Danmark. Eg eygleiddi hvussu námsfrøðingar arbeiddu við hesum ungu menniskjum. Tey vóru uppgivin í fólkaskúlanum, tí tey passaðu ikki inn har. Her fingu tey hjálp. Her var hugt eftir styrkjum og eginleikum hjá tí einstaka unga menniskja, framum foringar. Og var hetta við til at lyfta teirra sjálvsvirði og sjálvsfatan  uppaftur. Yrkadagar komu lærarir inn at undirvísa teimum. Og var samarbeiði millum búpláss og skúla (námsfrøðingar og lærarar) fyrimyndarligt, og sum vit  í Føroyum kundu lært nógv av.

Aftaná 3-4 ár, vóru tey klár at fara út aftur í samfelagið, bæði á arbeiðsmarknaðin og í egnan bústað. Her kundu bæði tey ungu, og samfelagið gleðast yvir teirra nýggja dagligdag. Tey kendu seg vird, og brúk var eisini fyri teimum í  samfelagnum.

💛

Hetta var byrjanin til at eg fór undir at lesa námsfrøði, og vildi brúka mína tíð og orku at vera um okkara børn og ungu í føroyska samfelagnum.

Eg arbeiði innan dagstovnaøki.  Uppgávurnar eru ymiskar og nógvar sum vit røkja. 
Námsfrøðingar koma í samband við foreldur, barnavernd og aðrar stovnar. 
Uppgáva og ábyrgd okkara er at stuðla, menna, læra, fyribyrgja og ráðgeva v.m.
Hetta er stór ábyrgd, sum krevur viðurkenning frá okkara mynduleikum.
Ábyrgd eins stór, sum hon er hjá øðrum fakbólkum við líknandi útbúgving.

Eg spáki víðari og hyggi niðan á snotuliga dagstovnin eg dagliga arbeiði á. -Har er gott at verða hugsi eg, góðar umstøður og leingist eftir børnunum og mínum starvfeløgum.

Eg nærkist endanum á mínum frálíka gongutúrið. -Sveimandi í tonkunum gangi eg longu brekkuna heim. ... 

....og siti nú her og hugleiði.. 


Hetta segði bispur so gott, og fari at enda við hansara orðum, við vón um at fari verður skjótt aftur til samráðingarborðið.

"Eitt samfelag, íð ikki hevur ráð til menniskju, er farið av lagi. 
Tað er ein løgin skipan, at nærri arbeiðið kemur menniskjum, 
tess lægri tykist lønin.

Hægstu fíggjarligu raðfesting eigur menniskjan, 
og allar aðrar raðfestingar eiga at gagna hesari. 
Fyrst menniskjan, so alt annað".

💛