søndag den 17. februar 2019

Tú og eg ❤


17 februar 1990, var ein fantastiskur dagur í lívi okkara. 29 ár síðan vit søgdu ja til hvørt annað í viðgongd og í mótgongd. Hetta hevur verið ein fantastisk ferð. Vit hava upplivað mangt og hvat á leiðini, og Harrin hevur verið við okkum allan vegin. Eg sigi, sum eg segði í taluni til tín, tá vit hildu okkara silvurbrúdleyp.

-Eg takki tær mín elskaði maður, fyri alt hvat tú er fyri meg.
Tað er ikki so lætt at finna tey røttu orðini, so eg kann lýsa fyri tær hvussu nógv eg elski teg.
Tú stuðlar mær altíð í øllum tí sum eg geri, og tú far meg til at kenna meg so elskaðan. 
- Ein segði einaferð: 

"It only takes just one person to make you feel special and valid and like you belong in the world."  
-og  tú ert tann fyri meg. 

-Eg elski teg so nógv. - tína persónligheit, tín máta at verða uppá. 

Eg kenni meg so elskaðan og so ríkan at eiga teg í mínum lívi og hevur tú lært meg, og givið mær so nógv ígjøgnum hesi mongu ár vit hava verið gift.


TIL LUKKU mín skattur, eg elski teg 😘


    
Okkara brúdleypsdagur