mandag den 30. maj 2016

Nú er rabarbutíð. Eg eigi lekkrastu og nemmastu uppskrift uppá rabarbusúltitoy, sum eg havi fingið frá míni vermóðir.



Nú er aftur rabarbutíð og havi eg verið í havanum hjá vermóðir og heinta fyrstu rabarburnar í ár.
Sum barn minnist eg, tá mamma mín, og sikkurt nógvar við henni, kókaðu rabarbur í fleiri tímar og hartil nýttu nógva streymorku fyri at gera rabarbusúltitoy. 
Eisini brúkti eg sjálv hendan framferðarhátt, tá eg skuldi gera rabarbusúltitoy, sum nýgift kona 😊
Men so lærdi vermóðir mín meg ein nógv lættari og samstundis nógv meiri orkusparandi máta at gera rabarbusúltitoy uppá.
Hon koyrdi raburburnar í eina grýtu saman við sukrinum og legði lok á og lat tað standa í 3 dagar. Tá  blívur tað til ein sukurlaka.
Hvønn dag rørdi hon í grýtuni, og triða dagin setti hon hana at kóka í umleið 12 min, og so var súltitoyði longu liðugt at kóka. Síðan kølna áðrenn koyrt var í glaskrukkur. 

Og legði, hon afturat, koyr altíð minni vekt av sukri enn rabarbum, hetta fyri betur at føla rabarbusmakkin. Tí um líka nógv sukur er í, so verður sukur smakkurin so dominerandi. 


Nú er vermóðir kom upp um 80 árs aldur og verður ikki nógv rabarbusúltitoy gjørt longur av hennara hondum. Men haldi eg at uppskriftin hjá henni uppá rabarbusúltitoy, hevur uppiborið at verða borin víðari til næsta ættarlið -nú vit tosa so nógv um "grøna orku".

Og deili eg fegin hennara uppskrift her á mínum bloggi. 😊

Dømi: 
800gr rabarbur og 600gr sukur. Fyri at gera súltitoyði brúnari, koyri eg 100gr av pudisukri fyri 100gr av sukri.
Vínrabarbur úr havanum hjá vermóðir


sukur og rabarbur blandast saman..


..aftaná 3 dagar, sær tað soleiðis út..


síðan kókast, og 12 min. seinni, - vola..


og so ein góðan kaffimunn. rista breyð, ost og rabarsúltitoy omaná..
uhmm tað smakkar væl... 😊



Tóra, vermóðir og eg...  ❤️