mandag den 28. marts 2016

Be happy - Verð glað/ur! :)







Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini.
1.Mós. 1,16-17






Í deiliga veðrinum ídag, vóru vit møðgurnar ein túr niðri á Vatn.
Ávegis oman møttu vit tveimum fransmonnum, sum gjørdi seg út til at fara ein túr í náttúruna at taka myndir við sínum kamera og stóru linsu. Teir heilsaðu so vinarliga og søgdu "hello" í tí vit gingu framvið.  - Hugsaði samstundis, -åh dett privilegium at búgva her og so tætt uppat náttúruni, bara nakrar heilt fáar minuttir herfrá. Haldi ikki vit geva okkum so nógv far um tað, men tað er framúrskarandi.

Komnar oman settu vit okkum frammanfyri eitt av gróthúsinum og nýttu hvørja sólstrálu hesa løtuna, og fingu samstundis nakrar væl tiltrongdar d-vitaminir :)
Hugsi við mær sjálvum, gleði meg til maðurin kemur heimaftur, tí eitt er vist, at her oman fara vit nógvar ferðir í summar, og njóta løtur, saman við einum góðum kaffimunni, -tað er balsam fyri sálina :)

"Be happy" skrivaði Tóra í sandin. -Ja, tað hava vit alla grund til at verða "glað". Eri takksom fyri lívið, løturnar, mína deiligu familju og at búgva í Føroyum.
Gleði meg longu til løturnar í summar, haldi eg eri komin í "várhýr". :)

Við at trýsta her, kann man hoyra "Várlongsil".



a happy teenager ;)

hvørja fer vit eru úti í náttúrunu, so leiti eg og finni altíð steinar sum líkjast hjørtum.

møðgunar báðar

Eg njóti løtuna, friðin og gleðist um at búgva í Føroyum. 

Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. 
Sálmur 19,2


tirsdag den 22. marts 2016

Várlongsil


Nú er várið í hondum og munnu vit flest øll gleða okkum til ljósari og longri dagar og meiri lýðku. Veturin kann tikjast so langur og drúgvur at koma ígjøgnum, og er tað ein frøði í hjarta at hoyra heiðafuglin aftur og síggja at alt vaknar úr dvala sum myndar okkar fold, tað er fantastist, elski árstíðina, "Várið" :)

Eg eigi ein mann, sum dugir sera væl at yrkja. Fyri 3 árum síðani yrkti hann hendan vársangin, sum eitur "Várlongsil". - Vit sótu í køkinum og alt var byrja at næla uttanfyri úti í havanum. Men sum so ofta í Føroyum, so var akkurat hendan dagin í apríl so ófantaligt og keðiligt veður við kavaæl og vindi.  - Tá kom ein sovorin várlongsil á okkum.  Eg sigi við mannin, góði yrk ein sang, sum er um várið og ljósari tíðir... hann fór ígongd og út á dagin hevði hann so gjørt hesa vøkru yrking, sum fekk navnið "várlongsil". Og hann helt so fyri, nú kanst tú royna teg og gera eitt lag til. - Tað hevði eg so ikki roynt áður,  tók av nýggju avbjóðingini og gjørdi samstundis  mítt fyrsta lag til hesa yrking hjá Tórður.

Sonur okkara Levi, er sera dugnaligur til alt sum hevur við teldu og teknikk at gera, hann hevur hjálpt okkum at gera eitt videolag við hesum vársangi, og kanst tú hoyra hann, við at trýsta á her

Várlongsil
Tá veturin er farin
og várið er í hond
tá frøði er í hjarta
hjá menniskjum kring lond
tí myrki tungi vetur
nú hevur mist sítt tak
tá heiðafuglur aftur
við reiður síni sat

Nú sólarglottar hita
tað køldu vátu mold
tá vaknar alt úr dvala
sum myndar okkar fold
vit síggja trø og runnar
sum heysti niður sló
nú pretta aftur spírar
ger mannahjørtu fró

Eg njóti hesa kenslu
sum várið lærir meg
at vetur missir taki
og sólin vísir veg
tá skýggjini tey dimmu
mær myrkja lívsins leið
eg veit ei langt langt burtur
har hitar sólin teig