søndag den 25. oktober 2015

Christmas Child


Hvørt ár verða 7-8 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í  130 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri  evropeiskum londum, íroknað Føroyar, savna eskjurnar.   Øll, einstaklingar sum felagsskapir, kunnu lata inn skógvaeskjur. Í ár fara eskjurnar til Rumenia.

Børnini fáa eskjurnar um jólini. Har møguleiki er fyri tí,  verður bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Hesin bóklingur sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól – at Gud gav ta bestu gávuna, son sín Jesus Kristus.

Sum so nógva aðra staðni í samkomum og kirkjum runt umkring  í Føroyum, fara vit eisini í samkomuni Kedron at samla inn "Christmas Child gávueskjur" á familjumøtinum íkvøld.


Íkvøld er nemliga familju møti kl 17. - Umframt at vit samla inn eskjur til Christmas Child, kemur Høgni Johannesen úr Havn, at tosa um 'týdningin av røttum fokus'. Hann tosaði eisini seinasta sunnudag og var tað so sera gott og álvarsamt. Tað ber til at hoyra taluna her ..aftaná verður náttverði at fáa.



Vit hava gjørt 2 eskjur til gentu og drong 10-14 ár.
Tey siga, at tað koma færri eskjur inn til hendan aldursbólk í mun til hini, - tí velja vit altíð henda bólk.

...nakað av tí vit hava koyrt í ...

Gev eins og givið var tær! 

Her kunnu tit síggja og hoyra: Nýggji Christmas Child sangurin




fredag den 23. oktober 2015

So er aftur vikuskiftið :)


Hvat tað er deiligt aftaná eina langa arbeiðsviku at fáa vikuskifti, .... og so slettis ongan plan hava, men bara kunna seta seg niður og gera akkurat tað man hevur hug til, fantastiskt! :)

 - Oftani so eru vikuskiftini  so fult bukkaði, tí man skal bæði her og har; -og áðrenn man veit av, so er vikuskifti fari forbí og ein nýggj arbeiðsvika er á gáttini. - Ja lívið er mangan resut og er tað tí umráðandi at duga at prioritera rætt, og um alt er so neyðugt og gangligt sum vit renna til...

 -  Í øllum føri, ein deilig kensla onki at skulla, men bara sita heima og njóta løtunar saman við mínum skattum, herligt  <3 :)

Menuen íkvøld...pitabreyð v/salat, hækkikjøt og salsasós


..blanda bomm til seinni íkvøld....

..og so er bara at njóta tað  í deiligu stovu míni framman fyri sjónvarpsgluggan :)

Annars, til øll tykkum har úti, sum tíma at lesa mín blogg,  eitt super deiligt vikuskiftið til tykkum!  - ..og gloymi ikki at flyta klokkuna í annakvøld kl 02.00,  - 1 tíma aftur .. :)






torsdag den 22. oktober 2015

Eitt deiligt bindiklubbakvøld í hugnaliga heiminum hjá Helenu og Finn.  ...Åh sum alt smakkaði gott myndinar tala fyri seg. Spurningurin er so um man sovnar í nátt, aftaná allar hesar lekru kaloriur..

Bindiklubbadamurnar í kvøld... 6 av 10....onkrar eru so upptiknar av at skriva uppgávu, tí tær aftur eru farnar á skúlabonk og skulu avlevera uppgávu...-ja man kann ikki verða alla staðni...vit ynskja teimum góða eydnu við tí ! :)


Majbritt, Marjun, Edel, Asta, eg og Helena

uhmm...

..so lekkrar køkur, smakkaðu soo væl...
og sushi... fínt skal tað verða....fingu eisini eina so lekra høsnasuppu...kann man annað enn gleða seg til at koma í bindiklubb :)

Nå, men takk fyri í kvøld og manga takk fyri meg.
Góða nátt ! :)



Bindiklubbahugni :)

So fara stokkanir aftur at klirra, - tað merkir, at tað aftur er bindiklubbakvøld. - Eg elski at fara í bindiklubb, njóta hesar hugnaligu løtur saman við mínum deiligu "vágagellu-vinkonum" :)

Allar hava vit nokk um at verða/gera gerandisdagar, so tað at møtast aðruhvørja viku við stokkum og uppdateringum síðan seinasta bindaklubba, er altíð nakað heilt serligt og hugnaligt. Vit plaga møtast aðruhvørja viku.

Felags fyri okkum allar er, at vit allar hava ymiskar titlar her í lívinum, onkrir eru felags, aðrir ikki, og gera okkum til nakað heilt serligt her í lívinum, -nakað "unikt" :)



Vit eru:
Dóttir
Systir
Kona
Mamma
Omma
Pædagogur
Lærari
Krambakvinna
Bankakvinna
Sjúkrasystur
Røktarstarsvfólk
Flogterna

❤️

-so ikki er tað løgi, at man gleðir seg til at síggja aftur hesar deiligu, fittu og til tíðir festligu kvinnir....og ikki at gloyma, tann altíð góða og spennandi leskibitan saman við einum góðum kaffi/te munni :) 
...kanska onkur deilig mynd verður at síggja seinni íkvøld.. ;)

lørdag den 17. oktober 2015

Venindukvøld :)


Í gjárkvøldið hevði eg vitjan av mínum ungdómsvinkonum úr Klaksvík. Tað var so hugnaligt at hava tær her, og var tað alt ov langt síðan seinast at tær vóru allar her í Vágum á vitjan.


Eg elski at fáa vitjan og skapa hugna og gera klárt til tílíkar løtur. Eg borðreiddi við oksakjøt og rómaeplum. Tað smakkaði bara heilt væl og haldi eg eisini vinkonurnar  dámdu sera væl.... :)

Til dessert hevði eg gjørt eina ordans  kaloriubumbu, eina ´marengs-rolokøku´ -og var hon ikki minni góð...

Tað var eitt super hugnaligt kvøld við ungdómsvinkunum, og eg lovaði mær sjálvum, at tað skuldi ikki verða alt ov leingi til vit møttust aftur her vestri hjá mær, - tað er lívið alt for stutt til... :)

Gunvá, Beinta, eg og Frida

..her verður hugt eftir myndum frá 80´árunum...

...tá vit vóru ungar og grønar... ;)

´kaloriubumban´ ...uppskrift frá fb...

Hendan myndin er tikin fyri gott 20 árum síðani...

...og henda bleiv tikin í gjárkvøldið... Bryngerð manglar á myndini, hon býr í DK...

Takk fyri blómurnar, vertindugávuna, og eitt sera hugnaligt kvøld við afturlítandi løtum í lívum okkara við nógvum látri afturvið.. :))

Síggjast aftur skjótt! :)

Good friends
are like stars
you don´t always
see them but they 
are always there



onsdag den 14. oktober 2015

Havnatúrur í oysandi áarføri


So vóru vit havnatúr idag í hesum heldur ófantaliga veðrinum, við vindi og oysandi regn og áarføri......- So vakurt sum tað er at síggja okkara vøkru oyggjar ein kláran sólskinsdag, líka so vakurt og øðrvísi er tað, at síggja náttúruna ein slíkan dag sum ídag...áirnar vóru so stórar alla staðni...overwhelming..., tær vóru næstan uti á høvusvegnum, so tað mátti koyrast varliga, tí sýni var mangan ringt...

Havnasysti bjóðaði til frokost, so vit komu til búgvi borð...so lekkurt...

Aftaná fóru vit í bio at hyggja eftir ævintýr filminum 'Pan'.....niðurstøðan í bilinum aftaná var, at hann var meeega góður.. ;)
..overwhelming...
..inni í Gøtu..

...deiliga frokost borðið..

..tá láturkrampin fyrst byrjar....
... :)))


Ja mangar góðar løtur eru..... mangatakk fyri okkum og fyri ein deiligan dag! :)



søndag den 11. oktober 2015

Stjørnuløtur


Stjørnuløtur eru deiligar... hetta var so heilt víst ein av teimum... vit hugna okkum í deiliga, fjálga køki okkara,... marmorkøkan er í bakaraovninum, uppskrift frá Kathe systi.... stokkarnir klirra, meðan tónleikurin rungar via ipaddin gjøgnum lítla tráleysa hátalaran á køksborðinum...her eru ymskir sangarir sum Beyonce, JJ Heller, Nora Jones og ... Lea... ;))





Marmorkøkan:
400g margarin
400g sukur
400g mjøl
8 egg
1tsk bakipulvur
.........................

So taka eitt sindur av
og píska hetta tilfari í:
4spk kakao
3tsk vanilju
2tsk bakipulvur

Koyrast í 2 formar, fyrst tað ljósa deiggji,
síðan tað myrka omaná.

Bakast 170gr í 1 tíma.
Eg gloymdi at snurla runt í deiggjinum, so farvirnar blandaðust áðrenn kakan fór í ovnin ;) ...men hon smakkaði væl kortini..


..fór nú nakað eyga av..

Tóra flennir eftir Leu..

So klárari hon ikki at halda sær meir...

Her eru nógvar góðar konsertir í køkinum mangan... -her fara vit ein túr til:




lørdag den 10. oktober 2015

Amazing grace á íslenskum



Sum hesin sangurin er góður, og so fantastiska væl sungin, á fø.  'nærri mín Gud til tín'. Hesi eru íslensk, vóru í Føroyum saman við Michal W. Smith, tá hann var í Føroyum og sang til møtini hjá Franklin Graham, í ítróttarhøllini á Hálsi fyrr í ár...
Amazing grace á íslenskum

Renniskógvarnir ;)


So komu renniskógvarnir uppá beinini ;)

Haldi tað er 1 1/2 ár síðan eg havi runnið 5 km... so deiligt at renna aftur.... - gav mær stundir fyri ikki at pøsa meg heilt ;) at taka nakrar myndir..

Deiligur túrur í dag. Elski at renna eftir Brennivegnum so vælsigna og frisælt, (omanfyri Vatnsoyrum).

Zarepta!  Heystlegan er byrja fyri tannáringar...deiligt og lívsbekreftandi at hoyra børnini for niðan har eg stóð, minti meg á nógvar góðar løtur í yngri árum, eins og nú... :)   har er altíð so deiligt at verða, góður matur, bæði til likam og sál og so tann sosiala samveran við øll tey man hitttir har bæði  kend  minni kend andlit..
 - vælsigna :)
 
..á vegnum heimaftur..

Leitisvatn! ....stórsta vatn í Føroyum.. 

fredag den 9. oktober 2015

Fríggjakvøld og familjuhugni


Fríggjkvøld, familjuhugni, 'vild med dans', og so er heystferian byrja :))

Tað er fríggjakvøld og familjuhugni er á skránni, sum vanligt er. Ynski til døgverða er heimagjørd pizza, og í kvøld er tað Lea sum stákast í køkinum, mamman hevur lagt seg uppá 'lengs' :) Fríggjakvøld er ofta okkurt lekkurt til døgverða og eftir ynski. Seinni verður okkurt leskiligt undir góman, og tá fara vit at hyggja eftir, "vild med dans" :))

Líka síðan børnini vóru smá, hava vit havt fríggjakvøld sum okkara 'familjuhugnakvøld'. Haldi tað er so gott og lívsgevandi. Og gott hjá børnunum at minnast aftur á. Eitt heim við nærveru og hugna, tað hava vit altíð gingið høgt uppí... haldi tað er so sera umráðandi... :)

Skjótt heystferia


Nå, so eru bara nakrir fáir tímar til eg fái heystferiu. Eg gleði meg, og hon skal njótast fult út.

Petur Skeel lovaði ikki allarbesta veðrið i vikuskiftinum, men mánadagurin bjóðar uppá gott veður, turt og við sól, so tað gleði eg meg til. Ætli mær heilt sikkurt onkran rennitúr, og eisini ein túr út í havan, sum hjartaliga treingir til eina kærleiksfulla hond...

Annars, so mugu tit hava ein deiligan dag! :)

 

Ein mynd úr havanum frá í summar... 





onsdag den 7. oktober 2015

On the road again


On the road again :)

Aftaná ein góðan døgverðabita, fóru eg døtranar ein túr í hesum fantastiska heyst-veðrinum íkvøld... hetta er totalt balsam fyri sálina...  kvalitetstíð so tað baskar... :)

After dinner tonight, me and my daugthers went for a trip in this beautiful autum weather...
this is balsam for the soul...  "quality time"  :)



...on the road again.. ;)

Tíðin rennur sum streymur í á..... -ja tað er vist, tí er umráðandi at taka sær tíð og njóta løturnar sum koma :)

Mamma og Tóra, í vøkru viðalundini í Miðvági... :)

..oh happy day.. :))


..bridge over trouble water... 

Gróthús úti á Bakka...

my precious daugthers <3


....to horses in love 

Ein deiligur túrur, nú sólin sær søkjir hav... hjarta mítt nígur djúpt í bøn til Gud Og takkar fyri alt tað hevur notið - góða nátt! :)

tirsdag den 6. oktober 2015

Welcome to my blog



Welcome to my blog "Lív og løtur", it means "Life and moments" - and my creativ world.

My name is Selma and I live on the most beautiful Islands on earth called, Faroe Islands.
You can read more about my country her: www.visitfaroeislands.com

I am married to Tórður and we have 4 kids. They are between 12-25 years old. - In febr this year we celebrated our 25 anniversary :)

I am going to blog about life and moments in my everyday life, and about the creativ part of me.
I love painting, knitting, and beeing out exploring our beautiful natur with my husband and kids.

I will write in faroese language, but will sometimes translate to english. You will also see pictures of my country, coming up.

Welcome to follow! :)


Solareclipse on Faroe Island mars 2015,- here Miðvágur.



On the beach at Sandur




mandag den 5. oktober 2015

Skapandi tilveran í heimið okkara.



Skapandi tilveran í heimið okkara.

Tað er ikki bara mamman sum hevur fingið evnini at skapað, ella við einum øðrum orðið, at verða kreativ, men tað sæst aftur í okkara børnum :) ..og eg elski at eygleiða hesar gudgivnu gávur teirra, tað gleðir mítt mammu❤️

Haldi hendan skitsan er so vøkur teknað, eg má deila hana við tykkum.

Hetta sat Lea (elsta dótturin) og teknaði ínátt, hevði verið til arbeiðis kvøldvakt og fekk anvekur tá hon skuldi leggja seg at sova, ...so hon setti seg bara at teknað, -haldi hetta er so vakurt og detaljera.


søndag den 4. oktober 2015

Lív og løtur

Hey, og vælkomin til mín blogg "lív og løtur" :)
Havi leingi ætlað mær at blogga, men havi ikki ordiliga havt tíð til tað fyrr enn nú.
Seinastu trý árini havi eg verið lesandi á netinum, so tíðin hevur verið sera avmarkað til annað enn bara skúlating og familjulív.

Men nú er lestrartíðin av, og havi eg samstundis fingið ein nýggjan tittil í lívinum og kann kallað meg, "Námsfrøðingur" :)

Eri gift við verins fittasta manni, Tórður eitur hann. Altíð so jaligur og í góðum lag og ein hollur stuðul í øllum sum eg takist við. Vit eiga 4 deilig børn, sum ikki eru so lítil meira, í aldrinum frá 12 -25 ár....so skjótt gongur tíðin...  -forrestin so feiraðu vit í februar í ár, silvurbrúðleypsdag okkara :)

Eg havi altíð verið og eri eitt sera kreativt menniskja. Havi altíð høvdið fult av hugskotum sum mangan geva mær vøkunætur... ;) íverksetari kann man nokk kalla meg, .. tað er mangan skjótt frá tanka til veruleika.. ;)

Havi valt at kalla bloggin fyri "lív og løtur". - Tær gerandisligu løturnar í lívinum eru nógvar og góðar, og eisini minni góðar til tíðir, soleiðis er lívið hátta.
Eg fari at blogga um tær góðu og gevandi løturnar í mínum lívið. Alt frá skapandi tilveru míni, -náttúruupplivingar, og aðrar hugnaligar løtur í lívinum... -So spennandi verður hvat fer at koma burturúr bloggarínum ;) "livst, so spyrt".. :))

Vælkomin at fylgja við! :)