lørdag den 28. november 2015

Pynta til jóla

Vit eru komin til sísta vikuskifti í novembur og tá munnu tey flestu hava funnið framm jólapynti sum skal hangast upp og hugna um í heiminm til jóla. Her hjá okkum verður altíð pynta tað sísta vikuskifti í nov.

Hetta er ein so hugnalig tíð, vit elska hana her í húsinum og eru byrjaði at stákast og pynta heimið til jóla, meðan jólatónleikurin spælir í bakgrundini.
Her hoyra vit Pentatonix við: Winter wonderland/Don´t worry be happy :)




Elski  nissir :)

Hesar havi eg seyma burtúr restum, haldi sjálv tær eru meega fittar :)



Okkara fjálga heim ... so hugnaligt nú jólaperurnar aftur lýsa, her millum nú beru greinanar í havanum :)





fredag den 13. november 2015

Súrepli, sum bleiv ein lekkur "súreplaterta"

Stór súreplir frá Bónus.

Sat eitt kvøldið frammanfyri sjónvarpsgluggan og hugdi eftir Mette Blomsterberg, meðan hon tilgjørdi okkurt leskiligt til gómabitan. Hon brúkti súreplir, sum hon koyrdi í syllpappír og bakaði
tey yvir bálgrúgvu í havanum. - Tað sá so leskiligt út.



Fekk hug at royna hetta, tó ikki úti í havanum hjá okkum akkurat beint nú hesa ársins tíð, men hvør veit kanska næsta summar yvir bálgrúgvu :)
Í gjárkvøldið var veðrið so illfýsi og keðiligt, so eg fekk hug at royna hetta, ...akkurat rættað løtan til hugna, livandi ljós og okkurt gott til góman.





Eg brúkti stór súreplir, keypt úr Bónus.
Skrellaði, skar tey í helvt og koyrdi kjarnurnar úr.
Penslaði við olju og dryssaði tey inní kanelsukur, koyrdi síðan mandluflakar í miðjuna har kjarnunar høvdu verið, legði síðan hina hálvuna omaná aftur og pakkaði tey inni syllpappír.
Bakast á 200gr í 25 min.








1 kanelstelk
1 spk flormelis
1 pk róma

Skava kaneli úr stelkinum, elta tað í flormelisi og síðan píska alt saman...












´Súrepla´terta + róma + temunn... uhmm - ..so lekkurt :)

Hetta var so nemt og skjótt at tilgera og smakkaði so avbera væl.
So tit bindiklubba damir... hetta verður heilt sikkurt á borðinum til mín bindiklubba, tá mítt tørn verður :)


tirsdag den 3. november 2015

❤️troyggjan

So havi eg endiliga fingið hug at binda aftur. Havi altíð elska at bundi. Fái hugskot, improviseri. og so fari eg bara ígongd. Veit ikki altíð hvussu tað kemur at síggja út, áðrenn eg ordiliga eri komin í gongd, -tað er næstan sum tá man ger ein málning.... og sum oftast eri eg glað og nøgd við úrsliti, tá liðugt er.

Tóra ynskti sær ein mjúka troyggju við einum stórum hjarta á frammanfyri. - So inn til Sandavágs í Húsfríðkan, at keypa tógv. Hon valdi sjálv litir, og haldi eg hon bleiv bara heilt fitt. - Tóra varð glað ;)

❤️troyggjan hjá Tóru


jeeyy.. :)

..ein meeega glað Tóra❤️