tirsdag den 26. juli 2016

Gamla skápi í nýggjum hami

Gamla skápi, í nýggjum hami.


Eri so glað fyri gamla skápi, sum stendur í durðinum hjá okkum.

Tað hevur sína serligu søgu. Abbi mín í Skopun Jógvan Drangberg smíðaði tað í síni tíð til Selmuommu. Tað stó í lítla kamarinum á loftinum, har omma hevði øll seingjarklæðini liggjandi í.

Mær dámar so væl at eiga okkurt í okkara heimið, sum kemur frá okkara forfedrum og sum kann prýða um og goyma uppá sína søgu og liva víðari, tað gevur eitt persónligt preg og gevur heiminum eina sál. Omma brúkti tað til teirra seingjarklæðir. Í okkara heimið verða troyggjir, húgvir, turrikløð og ymiskt annað goymt í tí. 
Eigi ymiskt frá, mínum ommum og abbum, sum eg eri serliga glað fyri, tað minnir um ríkar og góðar løtur í mínum barnaárum, tá vitja varð hjá ommunum og abbunum. 

"Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl", er ein strofa í einum sangi. Haldi eisini hon kann brúkast í hesum føri. 


soleiðis sá skápi út, heima hjá ommu og abba..



...og aftaná eitt sindur av máling..

..sær tað soleiðis út,..
Vænti at abbi hevði verið nakað glaður og stoltur, um at tað stendur heima hjá okkum og prýðir um ídag.

Nøkur av brúkstingunum frá heimunum hjá ommu og abba í Klaksvík og Skopun, og sum nú eru í okkara heimið.

  • "Lagkøkufati og skarðaða mjólkakannan", sum stó á borðinum í hvørjum føðingardegi hjá ommu og abba í Klaksvík, Hansinu og Esbern, sum fastir hevur fortalt mær. 

  • "Tunga og fína øskubegari" hjá abba í Klaksvík, Lukti og síggji cigarina fyri mær, tá eg plagdi at fara oman í døgverðatímanum ávegis í skúla, at spyrja um eitt oyra til góðgati frá abba ;)

  • "Grøni pengakassin" í kamarinum hjá abba í Skopun. Altíð var eg so hugtikin av honum sum barn. Hvussu nógvar pengar mundi abbi eiga og hvat goymdi seg í har, -og altíð var hann stongdur.

  • "Ostaskerarin" sum gjørdi rillir í ostin, sum lá á fransbreyðbitanum afturvið góða drekkamunninum.
  • Og fína stelli hjá ommu í Skopun við teimum trimum gullbeininum...

Nú bleiv eg so nostalgisk.:) Men hvat er tað ikki gott at minnast aftur á løtur í lívinum og minnast tað góða sum var. -Jú rík eru gomul minnir! :)