søndag den 28. april 2019

Loyndardómur til lukku - Umhugsni og Takksemi


Vit vilja øll 
 hava tað gott og verða eydnusom í lívinum. Men hvussu verða vit tað?!


Hvussu og nær er ein lukkuligur ella eydnusamur?
Hendan spurning kunnu vit seta okkum sjálvi.

❤ 

Sá einaferð í einum fyrilestri eina kvinnu greiða frá, at hon var komin har til í lívinum, at hon var so ónøgd, ólukkulig, deprimera og dugdi ikki at gleðast og síggja meiningina við lívinum. Gav tað nakrað meining í lívinum at giftast, fáa børn og keypa sær hús, fyri síðani at blíva gomul og so doyggja.

Hon stríddist við at finna gleðina við lívinum. Sjálvt um hon elskaði sín mann og børn, so varð tað sum um at tað ikki var nokk fyri hana. - Tað ørkymlaði hana.

Hon hevði hoyrt um eina nonnu, sum hon visti fólk fóru til, tá tey ikki høvdu tað gott av eini ella aðrari orsøk og sum hon síðan hjálpti. - Hon avgjørdi at fara og tosa við hana.

Hon spurdi hana, hví eri eg so ólukkulig, og hví dugi eg ikki at síggja meiningina við lívinum. Nonnan lurtaði tolin og við stórum áhuga eftir henni .
Tá kvinnan var liðug at greiða frá, sigur nonnan. - Veits tú hvat eg haldi  loynidómurin til lukku og eitt lív í eydnusemi er!: 

Umhugsni og takksemi.


The secret to happiness is,
 reflection and gratitude


Hon lærdi hana at fokusera øðrvísi, leggja merki til tey smáu tingini í lívinum, og virkuliga gera sær ómak at síggja tey. Hon gav henni eina uppgávu í 10 dagar, hvønn dag, í 10 min at grunda (reflektera) yvir, um tað ikki var okkurt sum hon var glað og  takksom fyri hvønn dag. Hon kundi antin skriva tað niður, ella taka eina mynd.
Hon so gjørdi og kom hetta at broyta hennara lív og bleiv samstundis vendipunkti til eitt lív í takksemi og lukku..


At verða lukkuligur, er upp til okkum sjálvi at gera nakað við.
Granskarir hava víst á, at meira enn helvtin av einum lukkuligum lívið er treyta av tingum vit sjálvi hava ávirkan á. Størsti partur av okkara eydnusemi byggir á okkara hugsunarhátt. vanar vit gera okkum, og hvussu vit liva dagliga. 

Tá vit kenna  kelduna til eitt lív í lukku, er tað upp til okkum sjálvi at gera nakað við tað.

Tað er kenslan av, virkuliga at njóta lívið og longsulin eftir sjálvi at fáa tað besta burtur úr, sum ger okkum eydnusom.


Fantastiskar og gevandi løtur



Lívið úti í náttúruni er balsam fyri sálina.


Á gævi henda lukka, sum livir djúpt í mær,
sær røtur vilja festa og vætu finna har.
So ongantíð tær følna og missa sína kraft,
mær fylgja gjøgum, lívið, til onnur signing havt.

Úr yrking hjá Tórða.



Her er ein stuttfilmur, sum setur okkum menniskju í perspektiv í forhold til Guds skapanrverk, og lívið vit liva.
-Sanniliga hava vit nógv at verað glað og takksom fyri.


Eg skal takka Harranum av øllum
hjarta mínum, kunngera øll undir Tíni.
Sálmur 9,1


Málningar sum eg havi málað. Fyrra sitati, er úr yrking hjá Tórða. 

Eg føli meg so lættan og smíl er mær á kinn

Ert tú fittur og viðurkennandi vil lív títt blíva mennandi og spennandi.