"Við Tórða á túri" 😄😄
Aftaná allar stormarnar og óveðrið, sum hevur leikað á tað seinastu tíðina, var tað vælsignað at fara ein gongutúr út í frísku køldu luftina og anda hana djúpt niður í lunguni, á ársins fyrsta gongutúrið 2017.
Maðurin, dótturin og eg vóru ein deiligan túr niðri á Vatn í góða stilla veðrinum ídag. Fantastiskt bara at njóta friðin og løtuna har, sum so mangan. - Ein perla sum so nógvar aðrar her vestri.
After a very stormy weather around chrismas time here on the Faroe Island, my husband, daugther and I, went for a walk in the nice and cold weather we had today. We just love being at the Lake, not so far away from our home.
frosty weather
what a view
❤
Hjartasteinur í mosanum. Teir síggi eg allastaðni.
"love in nature"
always finding them ❤
Hugleiða - reflecting..
-nógvar góðar løtur eru og hava verið her niðri á Vatn.
Tórður greiðir Leu frá fyrr í tíðini tá miðvingar skóru torv norðan fyri Vatnsoyrar. Tá torvi varð turt, varð tað borið oman til vatnið, har tað bleiv koyrt í bátar, (torvbátar). Síðani var róð heim á gróthústanga, har sum gróthúsini standa, og lagra upp í tey. So gingu menn norð til gróthúsini og tóku torv sum teir brúktu gjøgnum veturin.
-Tað var tað, gróthúsini vóru bygt til av fyrstum.
hendan elski eg yvir alt
...love this man
❤
Father and daugther
SÍLÁIN. - Longri uppi í ánni, har vóru okkara børn nógv í, á sumri og fangaðu kombikk.
Síggi Levi fyri mær, tá hann kom við spannini fulla av kombikkum.
Hann koyrdi tey í eina balju, og stillaði hana undir altanuna og ansaði væl eftir teimum. Tá so tveir dagar vóru gingnir, fór hann aftur í sílánna við teimum. - Hann vildi ikki, at tey skuldu doyggja.
Leivdir frá 2.veraldarbardaga. - Remains from past, 2.world War.
Her fortelur Tórður frá tíðini undir krígnum. Tá brúktu eingilsmenninir hetta húsið.. Tað kallaðist "Chestercamp". Tað fekk navnið eftir herdeild úr Chester, á vestursíðuni í Bretlandi. Allarhelst hava gestir hjá eingilsmonnum búð har, tá vitja varð.
The view from inside
Tað byrjar at skýma.
Vøkru litirnir.
..ávegis heim. - walking back home.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar