fredag den 18. januar 2019

Eg og mítt nýggja kamera

📷
Eg eri so sera glað fyri mítt nýggja kamera, sum eg fekk í jólagávu frá manninum. Havi líkað síðan jólaaftan tikið myndir, inni sum úti. Elski at taka løtumyndir. Havi altíð síðan eg var heilt ung, havt áhugað íð at tikið myndir. 

So nú mann er blivin eigari til eitt proff. Canon kamera, er laga manni at taka góðar myndir, og fara at blogga eitt sindur meira enn eg havi gjørt í langa tíð.

Jólini eru nú farin væl aftur um, og vit eru byrjaði uppá eitt nýtt ár, og skriva nú anno 2019. Og longu nú hava nógvar góðar løtur verið. 

Sum sagt, so elski eg at taka løtumyndir. Her eru nakrar eg havi tikið við mínum nýggja Canon EOS 4000D kamera.


Myndir frá:

❤ Jólaaftan

❤ Tá systi mín Hansina fekk prógv sum, "Føðsluatstøðingur"

❤ Og tá systisonurin Jógvan, bleiv giftur við fittu Hildu frá Saltnesi.
Jólaaftan 🎄







Systi, fingið prógv sum "Føðsluatstøðingur" 🌹













Brúðarvígslan hjá Jógvan og Hildu 💕














Mítt nýggja kamera, so glað fyri tað 👌😁









tirsdag den 3. juli 2018

Til lukku til tín


Til lukku við degnum elskaði maður mín. Hvat eg eri takksom fyri at eiga teg.
Havi mangan takkað Anettu vinkonu míni fyri, at hon á sumrið 1988 í Ibiza presenteraði meg fyri hesum fitta, vakra, unga sjeikinum úr Vágum, og sum seinni gjørdist maður mín. 
- I feel blessed  



Du är en saga för god, för att vara sann
Det är en saga i sig att vi funnit varan
Vi kunde lika gärna, aldrig någonsin mötts
Eller var vårt möte redan bestämt långt innan vi fötts

-syngur Lisa Ekdahl, og soleiðis er 😙


Elski hesar løtur, tá vit eru úti í vøkru føroysku náttúruna. Bara at njóta nærveruna, friðin og vakurleikan, sum er at síggja í skapanarverkinum, - tað er heilt fantastisk.


Hetta eru inspirerandi og dýrabarar løtur. Og verða mangar av tínum vøkru yrkingum til á slíkum túrum.

Brot úr yrking hjá tær, til mín:

💕Eg goyma vil í hjarta, tín kærleika til mín
tær dýru løtur minnast og geva tær til tín.
So ongantíð eg gloymi, tað lukku tú mær gav
sum elskaða vit ferast, um stóra kærleiks hav. 💕

lat hjarta títt upp so eyga títt sær
tað stóra og vakra tú hevur so nær
-úr aðrari yrking


 Lívið og løturnar

balsam fyri sálina

Tín nærvera ber gleði, heilt inn í mína sál
hon tendrar innan í mær, eitt fagurt kærleiksbál
Á elskaða eg leingist, at taka teg í favn
og teska tær í oyra, títt vakra fitta navn

brot úr tíni yrking

tað góða lívið

náttúran og vit

Takk fyri, at tú ert tann tú er.
Altíð glaður og í góðum lag, jaligur av lindi,
fittur, blíður,
tolin, hjálsamur og umsorgsfullur.
Góður við øll.

❤ Yrkjarin og guitarmaður mín, eg elski teg! 

Hjartaliga til lukku og Harrin signi teg! 😘









lørdag den 20. januar 2018

Januar mánið



Vit nærkast endanum á ársins fyrsta mánaða. Og kunnu vit ikki siga annað enn, at veðrið hevur verið svingandi í januar. 

Seinastu dagarnir  hevur veðrið verið so einastandi gott við kulda og kava. Sólin hevur heilsa uppá okkum, og ber boð um, at vit ganga móti ljósari tíðum, nú hon er komin hægri upp á himmalhválvi. 

Tað er eitt satt privilegium at búgva so tætt við stórsta Vatn í Føroyum, og fóru vit báðar møðgurnar  túr í kalda dýrdarveðrinum ídag.
Og nógvar eru myndirnar at síggja á fb og aðra staðni, sum fólk taka ein slíkan dag sum í dag.


Eg sigi sum maður mín sigur so væl, í eini av sínum yrkingum, og lata myndirnar tala fyri seg. 😊

💚

Eg takki tær faðir, mítt eyga kann sjá
so vit mítt kann skilja, tað kemur tær frá.
Øll náttúran vitnar, hvør stórur tú ert
av tindi í fjørðu, ja hvar tú so fert.
Alt andar av lívið og syngur sín song
ber boð um sin skapara, Harra og kong.

💚