tirsdag den 3. juli 2018

Til lukku til tín


❤ Til lukku við degnum elskaði maður mín. Hvat eg eri takksom fyri at eiga teg.
Havi mangan takkað Anettu vinkonu míni fyri, at hon á sumrið 1988 í Ibiza presenteraði meg fyri hesum fitta, vakra, unga sjeikinum úr Vágum, og sum seinni gjørdist maður mín. 
- I feel blessed ❤ 



Du är en saga för god, för att vara sann
Det är en saga i sig att vi funnit varan
Vi kunde lika gärna, aldrig någonsin mötts
Eller var vårt möte redan bestämt långt innan vi fötts

-syngur Lisa Ekdahl, og soleiðis er 😙


Elski hesar løtur, tá vit eru úti í vøkru føroysku náttúruna. Bara at njóta nærveruna, friðin og vakurleikan, sum er at síggja í skapanarverkinum, - tað er heilt fantastisk.


Hetta eru inspirerandi og dýrabarar løtur. Og verða mangar av tínum vøkru yrkingum til á slíkum túrum.

Brot úr yrking hjá tær, til mín:

💕Eg goyma vil í hjarta, tín kærleika til mín
tær dýru løtur minnast og geva tær til tín.
So ongantíð eg gloymi, tað lukku tú mær gav
sum elskaða vit ferast, um stóra kærleiks hav. 💕

❤ lat hjarta títt upp so eyga títt sær
tað stóra og vakra tú hevur so nær ❤
-úr aðrari yrking


 Lívið og løturnar ❤

balsam fyri sálina

❤
Tín nærvera ber gleði, heilt inn í mína sál
hon tendrar innan í mær, eitt fagurt kærleiksbál
Á elskaða eg leingist, at taka teg í favn
og teska tær í oyra, títt vakra fitta navn

brot úr tíni yrking

tað góða lívið

náttúran og vit

Takk fyri, at tú ert tann tú er.
Altíð glaður og í góðum lag, jaligur av lindi,
fittur, blíður,
tolin, hjálsamur og umsorgsfullur.
Góður við øll.

❤ Yrkjarin og guitarmaður mín, eg elski teg! ❤

Hjartaliga til lukku og Harrin signi teg! 😘