tirsdag den 3. juli 2018

Til lukku til tín


Til lukku við degnum elskaði maður mín. Hvat eg eri takksom fyri at eiga teg.
Havi mangan takkað Anettu vinkonu míni fyri, at hon á sumrið 1988 í Ibiza presenteraði meg fyri hesum fitta, vakra, unga sjeikinum úr Vágum, og sum seinni gjørdist maður mín. 
- I feel blessed  



Du är en saga för god, för att vara sann
Det är en saga i sig att vi funnit varan
Vi kunde lika gärna, aldrig någonsin mötts
Eller var vårt möte redan bestämt långt innan vi fötts

-syngur Lisa Ekdahl, og soleiðis er 😙


Elski hesar løtur, tá vit eru úti í vøkru føroysku náttúruna. Bara at njóta nærveruna, friðin og vakurleikan, sum er at síggja í skapanarverkinum, - tað er heilt fantastisk.


Hetta eru inspirerandi og dýrabarar løtur. Og verða mangar av tínum vøkru yrkingum til á slíkum túrum.

Brot úr yrking hjá tær, til mín:

💕Eg goyma vil í hjarta, tín kærleika til mín
tær dýru løtur minnast og geva tær til tín.
So ongantíð eg gloymi, tað lukku tú mær gav
sum elskaða vit ferast, um stóra kærleiks hav. 💕

lat hjarta títt upp so eyga títt sær
tað stóra og vakra tú hevur so nær
-úr aðrari yrking


 Lívið og løturnar

balsam fyri sálina

Tín nærvera ber gleði, heilt inn í mína sál
hon tendrar innan í mær, eitt fagurt kærleiksbál
Á elskaða eg leingist, at taka teg í favn
og teska tær í oyra, títt vakra fitta navn

brot úr tíni yrking

tað góða lívið

náttúran og vit

Takk fyri, at tú ert tann tú er.
Altíð glaður og í góðum lag, jaligur av lindi,
fittur, blíður,
tolin, hjálsamur og umsorgsfullur.
Góður við øll.

❤ Yrkjarin og guitarmaður mín, eg elski teg! 

Hjartaliga til lukku og Harrin signi teg! 😘









lørdag den 20. januar 2018

Januar mánið



Vit nærkast endanum á ársins fyrsta mánaða. Og kunnu vit ikki siga annað enn, at veðrið hevur verið svingandi í januar. 

Seinastu dagarnir  hevur veðrið verið so einastandi gott við kulda og kava. Sólin hevur heilsa uppá okkum, og ber boð um, at vit ganga móti ljósari tíðum, nú hon er komin hægri upp á himmalhválvi. 

Tað er eitt satt privilegium at búgva so tætt við stórsta Vatn í Føroyum, og fóru vit báðar møðgurnar  túr í kalda dýrdarveðrinum ídag.
Og nógvar eru myndirnar at síggja á fb og aðra staðni, sum fólk taka ein slíkan dag sum í dag.


Eg sigi sum maður mín sigur so væl, í eini av sínum yrkingum, og lata myndirnar tala fyri seg. 😊

💚

Eg takki tær faðir, mítt eyga kann sjá
so vit mítt kann skilja, tað kemur tær frá.
Øll náttúran vitnar, hvør stórur tú ert
av tindi í fjørðu, ja hvar tú so fert.
Alt andar av lívið og syngur sín song
ber boð um sin skapara, Harra og kong.

💚























søndag den 7. januar 2018

Hugleiðingar í hesum verkfallsraktu tíðum






Tekning til mín frá einum barni. 😊


Siti á facetime og tosi við mannin, sum er úti á havinum. Takksom fyri henda møguleika, tá man er so langt vekk frá hvørjum øðrum. - Munur á fyrr og nú, minnist á tíðina tá ongar fartelefonir vóru og vit máttu tosa ígjøgnum Tórshavn Radio. 

Maaaaaa... -hvar fór tíðin?  - tíðin fór, syngur bólkurin TOS í einum av sínum sangum, og tað kunnu vit bara ásanna.

💛

Klokkan er 15.30. - Eg haldi eg fari ein túr áðrenn tað blívur myrkt, sigi eg við mannin og vit siga bei... samstundis sum eg leggi merki til at dagurin er longdur við umleið 30 min, -vælsignað!

Lati meg væl í og so avstað. Andi frísku luftina niður í lunguni, í tí eg trakki útum dyrnar. 


Tað er sera hált ymsa staðni á gongubreytum, so eg mátti ansa mær og ganga mitt á vegnum onkra staðni.


Ætlaði mær at ganga gjøgnum vøkru Viðarlundina, men har var so glerstoytt, at tað var ikki ráðiligt. Tað má verða onkran annan dag hugsi eg.


Meðan eg gangi framvið, fari eg at hugsa um mongu løturnar eg og børnini í barnagarðinum hava  notið her í øllum veðrið, -summar, sum vetur. - Síggi fittu andits- og eygnabráini fyri mær, hoyri røddirnar, láturin, og ikki at gloyma allir spurninganir sum koma á vegnum.  

Blívi  eitt sindur kedd eina løtu. - Og so fara tankarnir avstað við mær..... hvussu ber tað til, at okkara arbeiði, sum "Námsfrøðingar" ikki verður líka nógv virt av landsins leiðarum, sum fleiri av øllum hinum fakbólkunum í landinum blíva. - Skilji hetta ikki?

Minnist strævnu lestrartíðina og løturnar har eg mangan hevði hug at geva upp. 
Hví fór eg at lesa námsfrøði? - Og so runnu tankarnir aftur fram fyri meg.

💛

Fyri mongum árum síðani, var eg á einum búplássi fyri ung við serligum tørvi í Danmark. Eg eygleiddi hvussu námsfrøðingar arbeiddu við hesum ungu menniskjum. Tey vóru uppgivin í fólkaskúlanum, tí tey passaðu ikki inn har. Her fingu tey hjálp. Her var hugt eftir styrkjum og eginleikum hjá tí einstaka unga menniskja, framum foringar. Og var hetta við til at lyfta teirra sjálvsvirði og sjálvsfatan  uppaftur. Yrkadagar komu lærarir inn at undirvísa teimum. Og var samarbeiði millum búpláss og skúla (námsfrøðingar og lærarar) fyrimyndarligt, og sum vit  í Føroyum kundu lært nógv av.

Aftaná 3-4 ár, vóru tey klár at fara út aftur í samfelagið, bæði á arbeiðsmarknaðin og í egnan bústað. Her kundu bæði tey ungu, og samfelagið gleðast yvir teirra nýggja dagligdag. Tey kendu seg vird, og brúk var eisini fyri teimum í  samfelagnum.

💛

Hetta var byrjanin til at eg fór undir at lesa námsfrøði, og vildi brúka mína tíð og orku at vera um okkara børn og ungu í føroyska samfelagnum.

Eg arbeiði innan dagstovnaøki.  Uppgávurnar eru ymiskar og nógvar sum vit røkja. 
Námsfrøðingar koma í samband við foreldur, barnavernd og aðrar stovnar. 
Uppgáva og ábyrgd okkara er at stuðla, menna, læra, fyribyrgja og ráðgeva v.m.
Hetta er stór ábyrgd, sum krevur viðurkenning frá okkara mynduleikum.
Ábyrgd eins stór, sum hon er hjá øðrum fakbólkum við líknandi útbúgving.

Eg spáki víðari og hyggi niðan á snotuliga dagstovnin eg dagliga arbeiði á. -Har er gott at verða hugsi eg, góðar umstøður og leingist eftir børnunum og mínum starvfeløgum.

Eg nærkist endanum á mínum frálíka gongutúrið. -Sveimandi í tonkunum gangi eg longu brekkuna heim. ... 

....og siti nú her og hugleiði.. 


Hetta segði bispur so gott, og fari at enda við hansara orðum, við vón um at fari verður skjótt aftur til samráðingarborðið.

"Eitt samfelag, íð ikki hevur ráð til menniskju, er farið av lagi. 
Tað er ein løgin skipan, at nærri arbeiðið kemur menniskjum, 
tess lægri tykist lønin.

Hægstu fíggjarligu raðfesting eigur menniskjan, 
og allar aðrar raðfestingar eiga at gagna hesari. 
Fyrst menniskjan, so alt annað".

💛

mandag den 17. april 2017

Túrur út móti Trælanípuni.



So eru páskini liðug á hesum sinnið, og hava vit notið nakrar deiligar væl tiltrongdar frídagar.
Vitja familju og vinir, verið til páskastevnu í Eysturoynni, notið góðan felagsskap og góðan mat, bæði til likams og sálar. - Dýrabart. 

Ì góða veðrinum ídag, fóru vit bæði ein deiligan túr út móti Trælanípuni,
So vakurt og stórsligi at man far næstan tár í eyguni. Ei undir í at ferðafólk, sum koma til landi, hava so stóran áhugað at koma her og síggja okkara vøkru oyggjar. Og serstakliga út til Trælanípuna. Hon dregur fólk út til sín. 

Vit møttu fleiri úlenskum ferðafólkum. Onkur vóru frá Fraklandi og onnur frá Australia. Vit tosaðu við ein Australiumann. Hetta var fyrstu fer hann varð í Føroyum, "it´s very very beautiful here, and tomorow I am going to Mikines", og smíltist so vinarliga. - Hesin hevði ein staðkendan `guide´við sær, sera skilagott.

Man kann ikki siga annað enn, at Føroyar eru blivnar eitt rættuligt ferðamannaland. Fyri bara nøkrum fáum árum síðani, sást tú bert ferðafólk  summarmánanir, soleiðis er ikki longur.

Her ber til at síggja eitt videobrot frá túrinum.

 
So vóru vit úti við Trælanípuna.
Tá í man hevur hæddarskrekk, so er tað næstan ræðanandi at sita her.
Men vakurt , stórbart og dragandi er tað, tað er vist.
ávegis heimaftur,,,
...gott líka at steðga á, hvíla seg og njóta friðin og fuglaljóði 👌
Fjallastivlarnir sum Tórður keypti í Polandi, ..slett ikki so galnir 😂
Takk Harri, sum undurfult skapti
og myndaði himmal og hav.
Nei, ongantið tagna skal tøkkin
til skaparan, sum aldri svav.
So undurfult alt her er myndað
øll ævin er ikki ov long,
at lovsyngja Lambinum heiður
og senda til Skaparan fagnaðarsong

Úr yrking hjá Tórða.


onsdag den 1. marts 2017

Loyndardómur til lukku er - Umhugsni og Takksemi


Vit vilja øll 
 hava tað gott og verða eydnusom í lívinum. Men hvussu verða vit tað?!


Hvussu og nær er ein lukkuligur ella eydnusamur?
Hendan spurning kunnu vit seta okkum sjálvi.

❤ 

Sá einaferð í einum fyrilestri eina kvinnu greiða frá, at hon var komin har til í lívinum, at hon var so ónøgd, ólukkulig, deprimera og dugdi ikki at gleðast og síggja meiningina við lívinum. Gav tað nakrað meining í lívinum at giftast, fáa børn og keypa sær hús, fyri síðani at blíva gomul og so doyggja.

Hon stríddist við at finna gleðina við lívinum. Sjálvt um hon elskaði sín mann og børn, so varð tað sum um at tað ikki var nokk fyri hana. - Tað ørkymlaði hana.

Hon hevði hoyrt um eina nonnu, sum hon visti fólk fóru til, tá tey ikki høvdu tað gott av eini ella aðrari orsøk og sum hon síðan hjálpti. - Hon avgjørdi at fara og tosa við hana.

Hon spurdi hana, hví eri eg so ólukkulig, og hví dugi eg ikki at síggja meiningina við lívinum. Nonnan lurtaði tolin og við stórum áhuga eftir henni .
Tá kvinnan var liðug at greiða frá, sigur nonnan. - Veits tú hvat eg haldi  loynidómurin til lukku og eitt lív í eydnusemi er!: 

Umhugsni og takksemi.


The secret to happiness is,
 reflection and gratitude


Hon lærdi hana at fokusera øðrvísi, leggja merki til tey smáu tingini í lívinum, og virkuliga gera sær ómak at síggja tey. Hon gav henni eina uppgávu í 10 dagar hvønn dag í 10 min, at grunda (reflektera) yvir, um tað ikki var okkurt sum hon var glað og  takksom fyri dagliga. Hon kundi antin skriva tað niður, ella taka eina mynd.

Hendan løtan saman við nonnuni, broytti hennara lív, hon lærdi seg at fokusera øðrvísi
 og bleiv samstundis vendipunkti til eitt nýtt lív í takksemi og lukku..


At verða lukkuligur, er upp til okkum sjálvi at gera nakað við.
Granskarir hava víst á, at meira enn helvtin av einum lukkuligum lívið er treyta av tingum vit sjálvi hava ávirkan á. Størsti partur av okkara eydnusemi byggir á okkara hugsunarhátt. vanar vit gera okkum, og hvussu vit liva dagliga. 

Tá vit kenna  kelduna til eitt lív í lukku, er tað upp til okkum sjálvi at gera nakað við tað.

Tað er kenslan av, virkuliga at njóta lívið og longsulin eftir sjálvi at fáa tað besta burtur úr, sum ger okkum eydnusom.


Fantastiskar og gevandi løtur



Lívið úti í náttúruni er balsam fyri sálina.


Á gævi henda lukka, sum livir djúpt í mær,
sær røtur vilja festa og vætu finna har.
So ongantíð tær følna og missa sína kraft,
mær fylgja gjøgum, lívið, til onnur signing havt.

Úr yrking hjá Tórða.



Her er ein stuttfilmur, sum setur okkum menniskju í perspektiv í forhold til Guds skapanrverk, og lívið vit liva.
-Sanniliga hava vit nógv at verað glað og takksom fyri.


Eg skal takka Harranum av øllum
hjarta mínum, kunngera øll undir Tíni.
Sálmur 9,1


Málningar sum eg havi málað. Fyrra sitati, er úr yrking hjá Tórða. 

Eg føli meg so lættan og smíl er mær á kinn

Ert tú fittur og viðurkennandi vil lív títt blíva mennandi og spennandi.