mandag den 28. marts 2016

Be happy - Verð glað/ur! :)







Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini.
1.Mós. 1,16-17






Í deiliga veðrinum ídag, vóru vit møðgurnar ein túr niðri á Vatn.
Ávegis oman møttu vit tveimum fransmonnum, sum gjørdi seg út til at fara ein túr í náttúruna at taka myndir við sínum kamera og stóru linsu. Teir heilsaðu so vinarliga og søgdu "hello" í tí vit gingu framvið.  - Hugsaði samstundis, -åh dett privilegium at búgva her og so tætt uppat náttúruni, bara nakrar heilt fáar minuttir herfrá. Haldi ikki vit geva okkum so nógv far um tað, men tað er framúrskarandi.

Komnar oman settu vit okkum frammanfyri eitt av gróthúsinum og nýttu hvørja sólstrálu hesa løtuna, og fingu samstundis nakrar væl tiltrongdar d-vitaminir :)
Hugsi við mær sjálvum, gleði meg til maðurin kemur heimaftur, tí eitt er vist, at her oman fara vit nógvar ferðir í summar, og njóta løtur, saman við einum góðum kaffimunni, -tað er balsam fyri sálina :)

"Be happy" skrivaði Tóra í sandin. -Ja, tað hava vit alla grund til at verða "glað". Eri takksom fyri lívið, løturnar, mína deiligu familju og at búgva í Føroyum.
Gleði meg longu til løturnar í summar, haldi eg eri komin í "várhýr". :)

Við at trýsta her, kann man hoyra "Várlongsil".



a happy teenager ;)

hvørja fer vit eru úti í náttúrunu, so leiti eg og finni altíð steinar sum líkjast hjørtum.

møðgunar báðar

Eg njóti løtuna, friðin og gleðist um at búgva í Føroyum. 

Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. 
Sálmur 19,2


tirsdag den 22. marts 2016

Várlongsil


Nú er várið í hondum og munnu vit flest øll gleða okkum til ljósari og longri dagar og meiri lýðku. Veturin kann tikjast so langur og drúgvur at koma ígjøgnum, og er tað ein frøði í hjarta at hoyra heiðafuglin aftur og síggja at alt vaknar úr dvala sum myndar okkar fold, tað er fantastist, elski árstíðina, "Várið" :)

Eg eigi ein mann, sum dugir sera væl at yrkja. Fyri 3 árum síðani yrkti hann hendan vársangin, sum eitur "Várlongsil". - Vit sótu í køkinum og alt var byrja at næla uttanfyri úti í havanum. Men sum so ofta í Føroyum, so var akkurat hendan dagin í apríl so ófantaligt og keðiligt veður við kavaæl og vindi.  - Tá kom ein sovorin várlongsil á okkum.  Eg sigi við mannin, góði yrk ein sang, sum er um várið og ljósari tíðir... hann fór ígongd og út á dagin hevði hann so gjørt hesa vøkru yrking, sum fekk navnið "várlongsil". Og hann helt so fyri, nú kanst tú royna teg og gera eitt lag til. - Tað hevði eg so ikki roynt áður,  tók av nýggju avbjóðingini og gjørdi samstundis  mítt fyrsta lag til hesa yrking hjá Tórður.

Sonur okkara Levi, er sera dugnaligur til alt sum hevur við teldu og teknikk at gera, hann hevur hjálpt okkum at gera eitt videolag við hesum vársangi, og kanst tú hoyra hann, við at trýsta á her

Várlongsil
Tá veturin er farin
og várið er í hond
tá frøði er í hjarta
hjá menniskjum kring lond
tí myrki tungi vetur
nú hevur mist sítt tak
tá heiðafuglur aftur
við reiður síni sat

Nú sólarglottar hita
tað køldu vátu mold
tá vaknar alt úr dvala
sum myndar okkar fold
vit síggja trø og runnar
sum heysti niður sló
nú pretta aftur spírar
ger mannahjørtu fró

Eg njóti hesa kenslu
sum várið lærir meg
at vetur missir taki
og sólin vísir veg
tá skýggjini tey dimmu
mær myrkja lívsins leið
eg veit ei langt langt burtur
har hitar sólin teig

onsdag den 17. februar 2016

Snikkari er hann burturav, maður mín.

Okkara nýggji køksbonkur, - maðurin hevur smíða :)


Vit hava eitt stórt bóndaborð í køkinum, sum eg gjørdi, tá eg gekk á kvøldskúla í træsmíð fyri nøkrum
árum síðani. Havi leingi ynskt mær at eiga ein heimagjørdan bonk til tað.

Sá herfyri í einum Kvinnablaðið, ein bonk sum eg bleiv so forlipt í, spurdi mannin um hann hevði tíma at gjørt mær ein líknadi til okkara køksborð. - Tað var ikki ómøguligt segði hann, fór síðan út og keypti tvær spønplátur og skrúðir....og ..vola, ...so var bonkurin liðugur.
Ikki bara tað, -ein sjónvarpsmøbil, sum eisini hevði verið á ynskilistanum eina tíð, bleiv eisini smíðaður,... -eftirsum man er í gongd, ha ;)

Eigi ein sera raskan mann, sum er ein snikkari burturav, haldi tað liggur bara heilt væl fyri hjá honum. - Í øllum førum, eri eg sera stolt av honum, og sera glað fyri okkara nýggju "heimagjørdu møbulstykkir".

,
..ógvuliga konsentreraður..

..og gott handalag...

..so var hann liðugur at smíða..og so skuldi málast..

Fyri nógvum árum síðani klipti eg hetta "citati" úr einum blaði, helt tað passaði so væl til okkum bæði :)

"Teamwork" :)

Sjónvarpsmøbulin, sum maður mín hevur gjørt okkum ❤️

So kom bonkurin til sín rætt í køkinum❤️







mandag den 1. februar 2016

Tá maðurin ger døgverða

At koma heim aftaná ein langan arbeiðs-mánadag og til dekka borð, er ikki at forsmáa. Tað merkist at maðurin er heima aftur. Elski at koma til hús og hann hevur gjørt døgverða og dekka borð. Viðhvørt, so er hann ordiliga í tí romantiska hjørninum og hevur tendra livandi ljós og tað heila❤️
I love it, love it, love it❤️

..svínakotolettir og tað sum hertil hoyrir..

Tá man er maður, so kann man gott standa við hendur í lumma og gera sós... ;)
Sær nokk so fittligt út haldi eg ❤️

lørdag den 16. januar 2016

Túrur fram við Leitisvatn.


Vit eru nú komin inn í hálvan januar og hevur veðrið verið so einastandandi deiligt teir sístu dagarnar, við kavakløddum fjøllum, bláum himmali, og har sólstrálurnar hava spælt sær við føgrum litspælið í vøkru náttúruni. - Eg kenni meg privilegera og takksaman fyri at búgva her.
At kunna njóta friðin og kvirruna sum er at finna í náttúruni, og samstundis fara burturfrá øllum gerandis trummirummi eina løtu og lada battaríini uppaftur....tað er heilt fantastist :D

Havi tveir teir sístu dagarnir gingið túr framvið vatninum og út mótir Oyrum. So ótrúliga deiligur og frískligur túrur, totalt balsam fyri sálina, her eru nakrar myndir frá túrinum.

Went for a walk today in this beautiful cold weather. Her you can see the largest lake in  our country, in the island called Vágar. - So peaceful and wonderful, just to breath in the fresh air and see the beauty surrounding me. - This is the Faroe Island, and I am so grateful for living here❤️
www.visitfaroeislands.com

   Eitt fantastist útsýnið yvir stórsta vatn í Føroyum, "Leitisvatn".

seyðinir í náttúruni.. 

..teir hyggja eftir mær, sum um teir siga, "hví ert tú her, her búgva vit".. :)

Áirnar so til frystar..

man tað fara at sprekka...

náttúrulívið..fuglar og fæ..

Her eru nógvar góðar løtur á hásummri...

Ein varði frá fornari tíð...kom at hugsa um sangin..
-eingin so kann síni varða, sum vár Gud sín barnaskarða...


...Trælanýpan í baksýnið..

..aftur út á alfaraveg og í gerandis trummirummi...

...ein deilig bygd, sum eg eri komin til at elska, og gleðist um at búgva í :)




søndag den 27. december 2015

Desembur-, jólastákan og jólahugni.



So er desembur mánaði við at halla og jólini eru líka farin afturum bak,

Elski jólamánaðan. Tað blívur so tíðliga myrkt,  og er hetta ein uppløgd tíð til livandi ljós, hugna og nærveru saman við sínum kæru.
-Sum so nógv onnur so hava vit stákast við at bakað, kóka kleynir, gjørt konfekt, jóladekoratiónir; -og hildi føðingardag fyri Tóru sum nú er vorin tannáringur, 13 ár.


Jólini er ein høgtíð har vit feira at frelsari var okkum givin, - Jesus Kristus.
- Tykkum er í dag frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.  lesa vit í luk. 2,11

Gud valdi at gerast menniskja. - Hann var føddur inní hendan heimin við einum endamáli, fyri síðan at doyggja  á Golgata og triða dagin rísa uppaftur, har hann reinsaði burtur alla heimsins synd. - Hann gjørdist ljós heimsins. - Her hoyra vit vakra sangin  "Kveik eitt lítið ljós", sum Tóra við Keldu syngur so vakurt.


Nakrar hugleiðandi myndir úr jólamánanum.

Jóladekratióninar hjá Tóru

møðgunar verið túr..


..og leita eftir tilfeingi í náttúruni..

..sum skuldi brúkast til dekratióninar.. -fyrst turkast í 2 dagar

ber í okkara hava..

Tóra, altíð so hugagóð til tær skapandi løturnar :)

her verða smákøkur tilevnaðar..

hjartakøkur,,

so er tað kleynirnar..

nógvar hugagóðar hendur..

marchipankonfekt... smakkaði meega gott..

...eisini hesar

..og ikki tala um kleyninar.. super góðar

jólagávurnar undir træðnum, -onkrar vóru sera dekrativt innpakkaðar..

..og so var tað so spennandi at vita.. -  "hvørjar eigi eg" ;)

Henda myndin er tikin jólaaftan 2015...
Míni deiligu og festligu børn :)
Maðurin var ikki heima hesi jólini, so hann manglar á myndini..









tirsdag den 1. december 2015

Pakkakalendarin

So er pakkakalendarin hjá Tóru komin upp at hanga.



Vit hava altíð havt pakkakalendara til børnini hjá okkum á jólum. So tá okkara fitti eftirnølari 'Tóra' kom til verðina, fekk eg hug at gera ein nýggjan pakkakalendara. Hann er nú er 13 ár, javngamal við Tóru. Uppskriftina fann eg í einum blaði.

Mær dámar so væl at hava reyð ting standandi frammi í jólamánanum, haldi tað er so meega jólaligt, so hetta var akkurat tann rætti kalendarin at gera. Haldi hann er so fittir við reyðu hjørtunum. ❤️❤️❤️
Pakkanir hava havt ymiskar litir gjøgnum árini so sum: reyðir , grønir, brúnir og sprøklutir. Haldi tó, at teir reyðu eru teir mest jólaligu 😍

Til pakkakalendarin skal man brúka:
1.50m reytt/hvítt ternut tøj
0.50m reytt tøj til hjørtur
1.00m vatt/fylt, brúkast til hjørtur og kalendaran
24 reyðar knappar til at seyma hjørtuni fast í kalendarin
2 stk rundir træstokkar
4 stk trækúlir til at seta á hvørjumeðin træstokkanir
Reyðan bummullstrá til at seyma ein rektangel, har hjørtuni skulu plaserast inní.

Støddina á kalendaranum og hjørtuni, kann man velja sjálvur, mín er 58x68cm, tá hann er liðugt seymaður.