tirsdag den 22. marts 2016

Várlongsil


Nú er várið í hondum og munnu vit flest øll gleða okkum til ljósari og longri dagar og meiri lýðku. Veturin kann tikjast so langur og drúgvur at koma ígjøgnum, og er tað ein frøði í hjarta at hoyra heiðafuglin aftur og síggja at alt vaknar úr dvala sum myndar okkar fold, tað er fantastist, elski árstíðina, "Várið" :)

Eg eigi ein mann, sum dugir sera væl at yrkja. Fyri 3 árum síðani yrkti hann hendan vársangin, sum eitur "Várlongsil". - Vit sótu í køkinum og alt var byrja at næla uttanfyri úti í havanum. Men sum so ofta í Føroyum, so var akkurat hendan dagin í apríl so ófantaligt og keðiligt veður við kavaæl og vindi.  - Tá kom ein sovorin várlongsil á okkum.  Eg sigi við mannin, góði yrk ein sang, sum er um várið og ljósari tíðir... hann fór ígongd og út á dagin hevði hann so gjørt hesa vøkru yrking, sum fekk navnið "várlongsil". Og hann helt so fyri, nú kanst tú royna teg og gera eitt lag til. - Tað hevði eg so ikki roynt áður,  tók av nýggju avbjóðingini og gjørdi samstundis  mítt fyrsta lag til hesa yrking hjá Tórður.

Sonur okkara Levi, er sera dugnaligur til alt sum hevur við teldu og teknikk at gera, hann hevur hjálpt okkum at gera eitt videolag við hesum vársangi, og kanst tú hoyra hann, við at trýsta á her

Várlongsil
Tá veturin er farin
og várið er í hond
tá frøði er í hjarta
hjá menniskjum kring lond
tí myrki tungi vetur
nú hevur mist sítt tak
tá heiðafuglur aftur
við reiður síni sat

Nú sólarglottar hita
tað køldu vátu mold
tá vaknar alt úr dvala
sum myndar okkar fold
vit síggja trø og runnar
sum heysti niður sló
nú pretta aftur spírar
ger mannahjørtu fró

Eg njóti hesa kenslu
sum várið lærir meg
at vetur missir taki
og sólin vísir veg
tá skýggjini tey dimmu
mær myrkja lívsins leið
eg veit ei langt langt burtur
har hitar sólin teig

Ingen kommentarer:

Send en kommentar