fredag den 24. maj 2019

Ùt á Vágahavið



Summarið er í hondum og tað er at glaðast um. Er tað nakað vit elska eg og maðurin, so er tað at fara ein stimitúr við okkara báti, Tóra J.

Veðrið er eitt sindur támut og púra stilli, maðurin spyr um vit ikki skulu fara ein stimitúr og hava tráðurnar við...og tað nýttist hann ikki at siga tvær fer og løgdu vit síðan út á hav.


Og tá man er sum eg og elskar at taka myndir, so mátti myndatóli sjálvandi við.  
Tað er ótrúligt, sum Føroyar eru vakrar, at liggja úti á Vágahavinum og eyðgleiða fuglin og vøkru náttúruna runt um meg, tað kendist so frisælt og dýrabart. Tað kemur ein sovorðin gleðiskensla innan í mær og nøgdsemi um, at her  búgvi eg og kenni priviligera. 
Eg skilji væl ferðafólkini og at tey ikki fáa nokk av okkara oyggjum. Møtti trimum pørum ein dagin og øll við myndatólum uppi á hjá sær, ávegis útá Trælanípuna. - Jú hon er bergtakandi og heilt serstøk okkara vakra náttúra kring oyggjarnar.  - Takksom 💚


A boattrip to the ocean near by the place we live. Me and my husband love going these trips, taking our fishing rod with us and to catch some fish. We often  make some fishing rissole out of the catch, and I tell you, -it tastes  delicious. 👌  - The summer is almost here, and we are looking forward to several of these boattrips. 😊




Lea hon elskar at sleppa við út at fiska. Og tað stóð mangan á at hála inn....og fingu vit mangan góðan láturin hesa løtuna. 😄








sær út sum risabein
Presttangi og Sandavágur í baksýni
Lonely old yellow house


                                  Likka stendur steinið
 My best friend 💚
                                     aldutítl
Likkurokan í fjørðuni
Trøllkonufingur í mjørkanum
Hesa myndia tók eg tá vit komu innaftur. Likkan á græstekjuni. Og longur uppi, gásin við ungum sínum nær við handan buskin. Eg sá teir so væl við longu linsuni, tá eg tók myndina og sumaði heilt nær. 


Ingen kommentarer:

Send en kommentar