lørdag den 25. maj 2019

Frídagur og frisørdagur

Salong UNA. - Skelti, sum babba gjørdi til Unu, tá hon skuldi opna frisørsalong í Klaksvík, skrivað á ein gamlan viðarbul. Nú longu nógv ár síðan. Deilig minnir, nú babba  ikki er millum okkum longur.      


Tann kendi seyðurin hjá byolafsdottir, sum prýur um á Salong Unu, eins og í so mongum øðrum heimum. 

 Myndatóli slapp við ein túr til Klaksvíkar. Legg merki til hyllarnar í bakspeglinum. Hesar hevur maðurin hjá Unu, Mouritz  gjørt. Hann er so dugnaligur og kreativur og bræðar ikki úr ætt, tá hugsa verður um hansara kunstnerisku røtir.

 Aftaná fóru vit en túr í Jacqson at fáa ein góðan leskibita.


 Hetta er tann kendi Múla-osturin, var fortalt okkum... ein delikatessa 👌


 Kreativa sanghjørni í Jackson, so hugnaligt.  Haldi hetta er ein so genial og gjøgnumførd samanseting av ymiskum gomlum og slitnum lutum. Fór eina løtu eftir memory lane og mintist Hopo jakkarnir sum vóru so modernaðir tá, ein klædnafyritøka í Klaksvík seymaði teir tá einaferð í 80inum. Teir vóru so mega kul, eg minnist  eg átti ein ljósabláan Hopojakka.

 So væl nøgd, Unasysti dugir.  - Viðhvørt fái eg spurningin, ....hevur tú lita hárið grátt... men tað havi eg ikki, hetta er náttúrunar hond og eg havi tað fínt við tí. Bíblian umtalar tey gráu hárini sum ein, ´heiður´, hjá teim gomlu. - Ikki tí, eg haldi meg vera gamlan yvirhøvur, -tvørturímóti. 😇


 Sá hesa vøkru rhododendron í einum garði, eg gekk framvið í Klaksvík. So sera vøkur og stór.
- Nú sprettur á fold og spírar 💮  💮  💮  ....og so vakra Chritianskirkjan í baksýninum.
 - Ein deiligur dagur í Klaksvík. ❤

Ingen kommentarer:

Send en kommentar