mandag den 28. januar 2019

Kuldi og kavið


So fingu vit kulda og kava. Tað var líka við at mann fekk hug at taka jólapyntið framaftur, so jólaligt alt bleiv. Og í arbeiðnum í dag var so hugaligt at eyðgleiða spælandi børnini í kavanum, tey ordiliga hugnaðu sær. ⛄❅❅❄

Komin heim frá arbeiði skundaði eg mær eftir nýggja kameranum, og fór út í havan at taka  fyrstu kavamyndirnar. 
Tað kavaði heilt nógv einu løtu, og yvaðis eg um kamerai toldi stóru kavaflykrurnar. 

Hetta er vetrarárstíðin. - Og líka so vakurt tað er at eyðgleiða litirnar og náttúruna hinar árstíðirnar á árinum, er tað undrunarvert og dýrabart at síggja náttúruna íklædda, sum vakrasta brúðarlín ein dag sum ídag.

Innkomin kemur okkara fitti hundahvølpur, Lady rennandi ímóti mær, altíð so glað tá húsfólki kemur heim frá arbeiði, gevi henni eitt ordiligt klemm, og hoyri nú flúgvarin koma,  .....vit eru jú í Vágum um nakar skuldi yvast 😉...opnið altanhurðina í køkini fyri at royna langu linsuna til kamerai og fekk aftur her nakrar øðrvísi myndir, bara  eina loftshædd longur uppi. - Jú kamerai roynist væl. Og eg gleði meg til mongu myndatøkurnar, -og sum strofa í eini yrking hjá Tórða sigur:

- Eg takki tær faðir, mítt eyga kann sjá
so vit mítt kann skilja, tað kemur tær frá......



Seti meg við gluggan nú skýming legst um landið, tendri eitt stearinljós og njóti løtuna við einum temunni og nýbakaðum bollum.   - Jú, nú er løtan...👌😀























...útsýnið 😍




Ingen kommentarer:

Send en kommentar