fredag den 13. november 2015

Súrepli, sum bleiv ein lekkur "súreplaterta"

Stór súreplir frá Bónus.

Sat eitt kvøldið frammanfyri sjónvarpsgluggan og hugdi eftir Mette Blomsterberg, meðan hon tilgjørdi okkurt leskiligt til gómabitan. Hon brúkti súreplir, sum hon koyrdi í syllpappír og bakaði
tey yvir bálgrúgvu í havanum. - Tað sá so leskiligt út.



Fekk hug at royna hetta, tó ikki úti í havanum hjá okkum akkurat beint nú hesa ársins tíð, men hvør veit kanska næsta summar yvir bálgrúgvu :)
Í gjárkvøldið var veðrið so illfýsi og keðiligt, so eg fekk hug at royna hetta, ...akkurat rættað løtan til hugna, livandi ljós og okkurt gott til góman.





Eg brúkti stór súreplir, keypt úr Bónus.
Skrellaði, skar tey í helvt og koyrdi kjarnurnar úr.
Penslaði við olju og dryssaði tey inní kanelsukur, koyrdi síðan mandluflakar í miðjuna har kjarnunar høvdu verið, legði síðan hina hálvuna omaná aftur og pakkaði tey inni syllpappír.
Bakast á 200gr í 25 min.








1 kanelstelk
1 spk flormelis
1 pk róma

Skava kaneli úr stelkinum, elta tað í flormelisi og síðan píska alt saman...












´Súrepla´terta + róma + temunn... uhmm - ..so lekkurt :)

Hetta var so nemt og skjótt at tilgera og smakkaði so avbera væl.
So tit bindiklubba damir... hetta verður heilt sikkurt á borðinum til mín bindiklubba, tá mítt tørn verður :)


Ingen kommentarer:

Send en kommentar