mandag den 17. april 2017

Túrur út móti Trælanípuni.



So eru páskini liðug á hesum sinnið, og hava vit notið nakrar deiligar væl tiltrongdar frídagar.
Vitja familju og vinir, verið til páskastevnu í Eysturoynni, notið góðan felagsskap og góðan mat, bæði til likams og sálar. - Dýrabart. 

Ì góða veðrinum ídag, fóru vit bæði ein deiligan túr út móti Trælanípuni,
So vakurt og stórsligi at man far næstan tár í eyguni. Ei undir í at ferðafólk, sum koma til landi, hava so stóran áhugað at koma her og síggja okkara vøkru oyggjar. Og serstakliga út til Trælanípuna. Hon dregur fólk út til sín. 

Vit møttu fleiri úlenskum ferðafólkum. Onkur vóru frá Fraklandi og onnur frá Australia. Vit tosaðu við ein Australiumann. Hetta var fyrstu fer hann varð í Føroyum, "it´s very very beautiful here, and tomorow I am going to Mikines", og smíltist so vinarliga. - Hesin hevði ein staðkendan `guide´við sær, sera skilagott.

Man kann ikki siga annað enn, at Føroyar eru blivnar eitt rættuligt ferðamannaland. Fyri bara nøkrum fáum árum síðani, sást tú bert ferðafólk  summarmánanir, soleiðis er ikki longur.

Her ber til at síggja eitt videobrot frá túrinum.

 
So vóru vit úti við Trælanípuna.
Tá í man hevur hæddarskrekk, so er tað næstan ræðanandi at sita her.
Men vakurt , stórbart og dragandi er tað, tað er vist.
ávegis heimaftur,,,
...gott líka at steðga á, hvíla seg og njóta friðin og fuglaljóði 👌
Fjallastivlarnir sum Tórður keypti í Polandi, ..slett ikki so galnir 😂
Takk Harri, sum undurfult skapti
og myndaði himmal og hav.
Nei, ongantið tagna skal tøkkin
til skaparan, sum aldri svav.
So undurfult alt her er myndað
øll ævin er ikki ov long,
at lovsyngja Lambinum heiður
og senda til Skaparan fagnaðarsong

Úr yrking hjá Tórða.


onsdag den 1. marts 2017

Loyndardómur til lukku er - Umhugsni og Takksemi


Vit vilja øll 
 hava tað gott og verða eydnusom í lívinum. Men hvussu verða vit tað?!


Hvussu og nær er ein lukkuligur ella eydnusamur?
Hendan spurning kunnu vit seta okkum sjálvi.

❤ 

Sá einaferð í einum fyrilestri eina kvinnu greiða frá, at hon var komin har til í lívinum, at hon var so ónøgd, ólukkulig, deprimera og dugdi ikki at gleðast og síggja meiningina við lívinum. Gav tað nakrað meining í lívinum at giftast, fáa børn og keypa sær hús, fyri síðani at blíva gomul og so doyggja.

Hon stríddist við at finna gleðina við lívinum. Sjálvt um hon elskaði sín mann og børn, so varð tað sum um at tað ikki var nokk fyri hana. - Tað ørkymlaði hana.

Hon hevði hoyrt um eina nonnu, sum hon visti fólk fóru til, tá tey ikki høvdu tað gott av eini ella aðrari orsøk og sum hon síðan hjálpti. - Hon avgjørdi at fara og tosa við hana.

Hon spurdi hana, hví eri eg so ólukkulig, og hví dugi eg ikki at síggja meiningina við lívinum. Nonnan lurtaði tolin og við stórum áhuga eftir henni .
Tá kvinnan var liðug at greiða frá, sigur nonnan. - Veits tú hvat eg haldi  loynidómurin til lukku og eitt lív í eydnusemi er!: 

Umhugsni og takksemi.


The secret to happiness is,
 reflection and gratitude


Hon lærdi hana at fokusera øðrvísi, leggja merki til tey smáu tingini í lívinum, og virkuliga gera sær ómak at síggja tey. Hon gav henni eina uppgávu í 10 dagar hvønn dag í 10 min, at grunda (reflektera) yvir, um tað ikki var okkurt sum hon var glað og  takksom fyri dagliga. Hon kundi antin skriva tað niður, ella taka eina mynd.

Hendan løtan saman við nonnuni, broytti hennara lív, hon lærdi seg at fokusera øðrvísi
 og bleiv samstundis vendipunkti til eitt nýtt lív í takksemi og lukku..


At verða lukkuligur, er upp til okkum sjálvi at gera nakað við.
Granskarir hava víst á, at meira enn helvtin av einum lukkuligum lívið er treyta av tingum vit sjálvi hava ávirkan á. Størsti partur av okkara eydnusemi byggir á okkara hugsunarhátt. vanar vit gera okkum, og hvussu vit liva dagliga. 

Tá vit kenna  kelduna til eitt lív í lukku, er tað upp til okkum sjálvi at gera nakað við tað.

Tað er kenslan av, virkuliga at njóta lívið og longsulin eftir sjálvi at fáa tað besta burtur úr, sum ger okkum eydnusom.


Fantastiskar og gevandi løtur



Lívið úti í náttúruni er balsam fyri sálina.


Á gævi henda lukka, sum livir djúpt í mær,
sær røtur vilja festa og vætu finna har.
So ongantíð tær følna og missa sína kraft,
mær fylgja gjøgum, lívið, til onnur signing havt.

Úr yrking hjá Tórða.



Her er ein stuttfilmur, sum setur okkum menniskju í perspektiv í forhold til Guds skapanrverk, og lívið vit liva.
-Sanniliga hava vit nógv at verað glað og takksom fyri.


Eg skal takka Harranum av øllum
hjarta mínum, kunngera øll undir Tíni.
Sálmur 9,1


Málningar sum eg havi málað. Fyrra sitati, er úr yrking hjá Tórða. 

Eg føli meg so lættan og smíl er mær á kinn

Ert tú fittur og viðurkennandi vil lív títt blíva mennandi og spennandi.











onsdag den 4. januar 2017

Við Tórði á túri


 
"Við Tórða á túri" 😄😄

Aftaná allar stormarnar og óveðrið, sum hevur leikað á tað seinastu tíðina, var tað vælsignað at fara ein gongutúr út í frísku køldu luftina og anda hana djúpt niður í lunguni, á  ársins fyrsta gongutúrið 2017.

Maðurin, dótturin og eg vóru ein deiligan túr niðri á Vatn í góða stilla veðrinum ídag. Fantastiskt bara at njóta friðin og løtuna har, sum so mangan. - Ein perla sum so nógvar aðrar her vestri. 

After a very stormy weather around chrismas time here on the Faroe Island, my husband, daugther and I, went for a walk in the nice and cold weather we had today. We just love being at the Lake, not so far away from our home.

frosty weather

 what a view 


Hjartasteinur í mosanum. Teir síggi eg allastaðni.
"love in nature"

always finding them ❤

Hugleiða - reflecting..
-nógvar góðar løtur eru og hava verið her niðri á Vatn.


Tórður greiðir Leu frá fyrr í tíðini tá miðvingar skóru torv norðan fyri Vatnsoyrar. Tá torvi varð turt, varð tað borið oman til vatnið, har tað bleiv koyrt í bátar, (torvbátar). Síðani var róð heim á gróthústanga, har sum gróthúsini standa, og lagra upp í tey. So gingu menn norð til gróthúsini og tóku torv sum teir brúktu gjøgnum veturin.   
-Tað var tað, gróthúsini vóru bygt til av fyrstum.


hendan elski eg yvir alt 
...love this man


Father and daugther



SÍLÁIN. - Longri uppi í ánni, har vóru okkara børn  nógv í, á sumri og fangaðu kombikk.
Síggi Levi fyri mær, tá hann kom við spannini fulla av kombikkum.
Hann koyrdi  tey í eina balju, og stillaði hana undir altanuna og ansaði væl eftir teimum. Tá so tveir dagar vóru gingnir, fór hann aftur í sílánna við teimum. - Hann vildi ikki, at tey skuldu doyggja.

Leivdir frá  2.veraldarbardaga. - Remains from past, 2.world War. 

Her fortelur Tórður frá tíðini undir krígnum. Tá brúktu eingilsmenninir hetta húsið.. Tað kallaðist "Chestercamp". Tað fekk navnið eftir herdeild úr Chester, á vestursíðuni í Bretlandi. Allarhelst hava gestir hjá eingilsmonnum búð har, tá vitja varð.

The view from inside

Tað byrjar at skýma.

Vøkru litirnir.

..ávegis heim. - walking back home.




tirsdag den 26. juli 2016

Gamla skápi í nýggjum hami

Gamla skápi, í nýggjum hami.


Eri so glað fyri gamla skápi, sum stendur í durðinum hjá okkum.

Tað hevur sína serligu søgu. Abbi mín í Skopun Jógvan Drangberg smíðaði tað í síni tíð til Selmuommu. Tað stó í lítla kamarinum á loftinum, har omma hevði øll seingjarklæðini liggjandi í.

Mær dámar so væl at eiga okkurt í okkara heimið, sum kemur frá okkara forfedrum og sum kann prýða um og goyma uppá sína søgu og liva víðari, tað gevur eitt persónligt preg og gevur heiminum eina sál. Omma brúkti tað til teirra seingjarklæðir. Í okkara heimið verða troyggjir, húgvir, turrikløð og ymiskt annað goymt í tí. 
Eigi ymiskt frá, mínum ommum og abbum, sum eg eri serliga glað fyri, tað minnir um ríkar og góðar løtur í mínum barnaárum, tá vitja varð hjá ommunum og abbunum. 

"Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl", er ein strofa í einum sangi. Haldi eisini hon kann brúkast í hesum føri. 


soleiðis sá skápi út, heima hjá ommu og abba..



...og aftaná eitt sindur av máling..

..sær tað soleiðis út,..
Vænti at abbi hevði verið nakað glaður og stoltur, um at tað stendur heima hjá okkum og prýðir um ídag.

Nøkur av brúkstingunum frá heimunum hjá ommu og abba í Klaksvík og Skopun, og sum nú eru í okkara heimið.

  • "Lagkøkufati og skarðaða mjólkakannan", sum stó á borðinum í hvørjum føðingardegi hjá ommu og abba í Klaksvík, Hansinu og Esbern, sum fastir hevur fortalt mær. 

  • "Tunga og fína øskubegari" hjá abba í Klaksvík, Lukti og síggji cigarina fyri mær, tá eg plagdi at fara oman í døgverðatímanum ávegis í skúla, at spyrja um eitt oyra til góðgati frá abba ;)

  • "Grøni pengakassin" í kamarinum hjá abba í Skopun. Altíð var eg so hugtikin av honum sum barn. Hvussu nógvar pengar mundi abbi eiga og hvat goymdi seg í har, -og altíð var hann stongdur.

  • "Ostaskerarin" sum gjørdi rillir í ostin, sum lá á fransbreyðbitanum afturvið góða drekkamunninum.
  • Og fína stelli hjá ommu í Skopun við teimum trimum gullbeininum...

Nú bleiv eg so nostalgisk.:) Men hvat er tað ikki gott at minnast aftur á løtur í lívinum og minnast tað góða sum var. -Jú rík eru gomul minnir! :)






mandag den 30. maj 2016

Nú er rabarbutíð. Eg eigi lekkrastu og nemmastu uppskrift uppá rabarbusúltitoy, sum eg havi fingið frá míni vermóðir.



Nú er aftur rabarbutíð og havi eg verið í havanum hjá vermóðir og heinta fyrstu rabarburnar í ár.
Sum barn minnist eg, tá mamma mín, og sikkurt nógvar við henni, kókaðu rabarbur í fleiri tímar og hartil nýttu nógva streymorku fyri at gera rabarbusúltitoy. 
Eisini brúkti eg sjálv hendan framferðarhátt, tá eg skuldi gera rabarbusúltitoy, sum nýgift kona 😊
Men so lærdi vermóðir mín meg ein nógv lættari og samstundis nógv meiri orkusparandi máta at gera rabarbusúltitoy uppá.
Hon koyrdi raburburnar í eina grýtu saman við sukrinum og legði lok á og lat tað standa í 3 dagar. Tá  blívur tað til ein sukurlaka.
Hvønn dag rørdi hon í grýtuni, og triða dagin setti hon hana at kóka í umleið 12 min, og so var súltitoyði longu liðugt at kóka. Síðan kølna áðrenn koyrt var í glaskrukkur. 

Og legði, hon afturat, koyr altíð minni vekt av sukri enn rabarbum, hetta fyri betur at føla rabarbusmakkin. Tí um líka nógv sukur er í, so verður sukur smakkurin so dominerandi. 


Nú er vermóðir kom upp um 80 árs aldur og verður ikki nógv rabarbusúltitoy gjørt longur av hennara hondum. Men haldi eg at uppskriftin hjá henni uppá rabarbusúltitoy, hevur uppiborið at verða borin víðari til næsta ættarlið -nú vit tosa so nógv um "grøna orku".

Og deili eg fegin hennara uppskrift her á mínum bloggi. 😊

Dømi: 
800gr rabarbur og 600gr sukur. Fyri at gera súltitoyði brúnari, koyri eg 100gr av pudisukri fyri 100gr av sukri.
Vínrabarbur úr havanum hjá vermóðir


sukur og rabarbur blandast saman..


..aftaná 3 dagar, sær tað soleiðis út..


síðan kókast, og 12 min. seinni, - vola..


og so ein góðan kaffimunn. rista breyð, ost og rabarsúltitoy omaná..
uhmm tað smakkar væl... 😊



Tóra, vermóðir og eg...  ❤️

mandag den 28. marts 2016

Be happy - Verð glað/ur! :)







Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini.
1.Mós. 1,16-17






Í deiliga veðrinum ídag, vóru vit møðgurnar ein túr niðri á Vatn.
Ávegis oman møttu vit tveimum fransmonnum, sum gjørdi seg út til at fara ein túr í náttúruna at taka myndir við sínum kamera og stóru linsu. Teir heilsaðu so vinarliga og søgdu "hello" í tí vit gingu framvið.  - Hugsaði samstundis, -åh dett privilegium at búgva her og so tætt uppat náttúruni, bara nakrar heilt fáar minuttir herfrá. Haldi ikki vit geva okkum so nógv far um tað, men tað er framúrskarandi.

Komnar oman settu vit okkum frammanfyri eitt av gróthúsinum og nýttu hvørja sólstrálu hesa løtuna, og fingu samstundis nakrar væl tiltrongdar d-vitaminir :)
Hugsi við mær sjálvum, gleði meg til maðurin kemur heimaftur, tí eitt er vist, at her oman fara vit nógvar ferðir í summar, og njóta løtur, saman við einum góðum kaffimunni, -tað er balsam fyri sálina :)

"Be happy" skrivaði Tóra í sandin. -Ja, tað hava vit alla grund til at verða "glað". Eri takksom fyri lívið, løturnar, mína deiligu familju og at búgva í Føroyum.
Gleði meg longu til løturnar í summar, haldi eg eri komin í "várhýr". :)

Við at trýsta her, kann man hoyra "Várlongsil".



a happy teenager ;)

hvørja fer vit eru úti í náttúrunu, so leiti eg og finni altíð steinar sum líkjast hjørtum.

møðgunar báðar

Eg njóti løtuna, friðin og gleðist um at búgva í Føroyum. 

Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. 
Sálmur 19,2