fredag den 2. august 2019

Skýmingarløtan


Åh sum tað er vælsignað at búgva bara 5 minuttir frá hesi dýrabaru perlu. Hetta eru so góðar løtur. Maðurin akkurat heimaftur komin úr Grønlandi. Vit elska at fara ein túr oman á Vatn. Viðhvørt bara ein gongutúr framvið, meðan aðrir túra, sum í kvøld, hann við tráðuni og hon við stokkunum. 
-Lívið er deiligt og tað ræður um at njóta hvørja løtu. 😀

Minnist einu ferðina eg kom inn til vermóður, -sum nú er flutt heim til Himmals. Hon sat altíð við køksgluggan. Eg komi inn og tað er so myrkt, og spyrji hví hon situr í myrkri, og svarar hon: Eg elski skýmingarløtuna, at eygleiða hvussu ljósið broytist, haldi tað er so vakurt. Og eg tendri sjáldan áðrenn hon er farin forbí, legði hon afturat. - Haldi ikki eg nakran tíð hevði givið mær far um hetta áður, og gav tað mær nakað at hugsa um.

Og nú meðan vit sita niðri við Vatn, alt er so stilt og frisælt, kemur skýmingarløtan brádliga sníkjandi yvir okkum. Eg eygleiði ljósið og litirnir, alt ímeðan litirnir broytast so líðandi. 
-Takksom fyri hesa løtuna, og eisini løtuna hinaferð í køkinum hjá vermóðir. ❤ 

Elski føroysku náttúruna. Haldi hon er so einastandi vøkur og gleðist um hvørja løtu vit eru slíkar túrar sum hendan. Hetta er alvorliga balsam fyri likam og sál. 👌


English version.
Only 5 minuets from our home lies the biggest Lake in the Faroes, called Leitisvatn. We love this place. Yesterday evening we, me and my husbandwere spending some quality time there. He fishing and she knitting😀

Remember ones I was visiting my mother in law. She was sitting in darkness by the kitchen window , when I entered. I asked her, why are you sitting her in the darkness, and here´s what she answers: I love sitting here watching the twilight our, see how the colors changes in this this specific our, it´s so beautiful, and I rarely turn the light on, before it has past.
Thankful for this moment by the Lake, and the other one in my mother in law´s kitchen. And it sure gave me something to think about. Now she is in heaven. ❤

Love our faroes nature. Such beautiful and peaceful  place for relaxing and taking good care of oneself.











































Ingen kommentarer:

Send en kommentar